Grind í Sandagerði

Beint nú verður ein lítil grind hildin til í Sandagerði í Havn Tey fremmandu ferðafólk, sum eru í Havn í dag, fáa eitt serligt upplivilsi við í ferðaprísinum.

Beint nú verður ein grind hildin til í Sandagerði. Grindin er lítil, onkur eygleiðari metir, at hon er bara eini 20 hvalir.

Hon er funnin norðanfyri og varð rikin oman ígjøgnum Nólsoyarfjørð og inn á Havnina, har hon verður hildin til nú.

Fitt av bátum og fólki eru í drápinum og umframt, at ferðafólkið fær sær eitt ógloymandi upplivilsi, fer hon eisini at muna á onkrum døgverðaborði, tí tað er langt ímillum grindirnar.