Grind í Hvannasundi: Seðlarnir koma út seinni í kvøld

Drápið í Hvannasundi gekk væl og áleið 70 hvalir hava lagt beinini. Grindaformaðurin sigur, at tað skjótt fyri seg, hóast tað ikki vóru so nógv fólk ella bátar í grind, sum tað plagar. 

 

 

 

Júst nú verður gjørt klárt til, at hvalirnir verða sleipaðir og so verður farið undir at skera upp. Júst nær seðlarnir koma út er óvist, men væntandi verður tað seinni í kvøld, greiðir grindaformaðurin frá. 

 

 

 

Ringa veðrið skapti eina óvissa støðu, tá ið grindin var ávegis at blíva rikin inn, men kortini eydnaðist at fáa grindina til høldar norðuri í Hvannasundi. Tað var um 14 mundið í dag, at fólk sóu grind nærhendis Viðoynna.