var tað ikki ætlanin hjá mær at spæla hondbólt, meðan eg var í Føroyum, og tað var av tilvild, at eg endaði í Neistanum, sigur Heidi Harviken í leikskránni hjá Neistanum til dystin móti VB tann 13. desember [...] sigur Heidi Harviken, sum í Noregi hevur spælt í 3. og 4. deild. Har hevur hon spælt vinstri bakkur, men í Neistanum varð hon mest brúkt sum høgri bakkur ella á miðjuni. Í byrjanini gekk tað væl hjá henni [...] vera við í toppinum, sigur Heidi Harviken, sum altso sjálv ikki verður við á Neistaliðnum meir. Hon hevur annars ikki spilt tíðina burtur, meðan hon hevur verið í Føroyum. Umframt at ganga í skúla og spæla
rættiliga jøvn. Helga Ellingsgaard er heima í Føroyum í løtuni. Hon byrjaði ikki í málinum, men kom inn seinni og tók nógv skot. Hinvegin vóru skotini hjá Stjørnuni einki at reypa av, og tað gjørdi eisini arbeiðið [...] Í hesum kappingarárinum hevur ítróttarhøllin í Klaksvík verið ein sterkur skansi hjá kvinnuliðnum hjá Stjørnuni. Bert eitt stig hevur Stjørnan mist á heimavølli, og tað var í javnleikinum móti Kyndli [...] av orsøkunum til, at munurin var so lítil í fyrra hálvleiki var, at Stjørnan dugdi væl at gera sær dælt av, at Neistin í heilum skifti út millum verju og álop. Í byrjanini av seinna hálvleiki kom Neistin
leygardagin vunnu 31-26 í Vestmanna og dagin eftir endurtóku bragdið á Skála, har tær sigraðu 21-16. Fyri at taka dystin í Vestmanna fyrst, so vóru tað serliga verjurnar, ið sviku. 57 mál komu í dystinum, og tað [...] aftur, og fyrsti útisigurin hjá VB í ár var veruleiki. So inn á Skála? Dagin eftir gekk leiðin av Hotel Føroyum inn á Skála at spæla móti StÍF. Hetta var triðju ferð í ár og aðru ferð á rað, at VB brúkti [...] Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá VB-liðnum í ár. Undan hesum vikuskiftinum høvdu tær spælt tíggju dystir, og níggju av teimum vórðu taptir. Bert í tí eina dystinum ? á heimavølli móti GÍ/Tjaldrinum
ikki undan, at tá ið vit í Føroyum tosa um sterkar menn, so er tað fyrst og fremst tað eina navnið, sum kemur okkum øllum í hug, og tað er Regin Vágadal, sum hevur givið Føroyum og føroyingum so ómetaliga [...] móti Magnusi Ver Magnusson, og í fjør var so danin Flemming »Guffi« Rasmussen eisini her heima á klettunum og royndi seg í kapping við Regin og Magnus. Í ár hevur leiðslan í Int. Promotion so valt at gera [...] venjingunum verður, eins og tað var í The Atlantic Giant 98, millwalk, har tað snýr seg um at ganga, so ofta sum gjørligt, í kring við eini stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni. Næsta venjingin verður
oljufeløg sum í felag og í samstarvi við føroyskar myndugleikar og stovnar gera ymiskar umhvørviskanningar við atliti til komandi oljuleitingar á føroyskum øki. Umboðsmaður fyri ARCO í Bretlandi nýtti í hesum [...] innlit í samfelagsbroytingar, røkja sína uppgávu við støði í veruligari vitan og forstáilsi fyri tí, sum væntast kann at henda, segði Eyðun Elttør í sínum aftursvari. Nakað av orðaskifti var í tinginum [...] spurningarnar, sum vórðu settir í tinginum í farnu viku var ein spurningur frá tjóðveldistingmanninum Torbjørn Jacobsen. Hesin spurningur varð settur til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum og hevði sambandi
pallin Scaraboe 5. Sosialurin skilur, at tað finnast í mesta lagi 5-6 boripallar í heiminum í dag, sum kunnu brúkast í okkara øki. Tveir teirra bora í løtuni nær markinum. Teir eru Sovereign Explorer, sum [...] sum hava arbeitt saman í eina tíð á bretskum øki, hava nú gjørt av at skipa seg í bólk á føroyskum øki eisini - við tí fyri eygað at bjóða í fyrstu føroysku útbjóðingarrunduni í 99 ella ár 2000. Tað verður [...] arbeiðir felagið í Alaska, Algerie og í Mekikanska flógvanum. Felagið hevur eisini fingið tillutað leitiøki í bretskum og írskum øki. Felagið ætlar at bora sín fyrsta brunn á Atlantsmótinum í næstum. Terje
kr. í 99, men skal sambart tíðindunum í NRK ikki hava allan henda pening tøkan. Pauli Einarsson, stjóri í felagnum í føroyum sigur við útvarpið, at hóast trupulleikarnar fer virksemið hjá felagnum í Føroyum
Mortensen hevur skrivað um ólavsøkuhaldið í Føroyum. Páll Mortensen hevur stuttsøgu, sum hann nevnir: Soleiðis var tað tá. Poul Vestergaard hevur grein, hann nevnir Tróndur í Gøtu, Janus skald og Óðin gudur. Eftir [...] Bókagarður gav út. 65. bind av Varðanum er 221 síður til støddar og kostar 195 krónur í bókabúðunum. Limagjaldið í Varðanum er 140 krónur um árið og limir fáa Varðan ókeypis. [...] søgum, frásagnum, yrkingum og bókaummælum. Sverri Djurhuus heldur fram við at skriva um barnaárini í Kollafirði; hetta er annar partur. Jólanátt á Drangoy er íslendsk søga, sum Leon Andreassen hevur umsett
búgva í býnum, eta skinku jólaaftan. Hetta er ein serlig skinka. Grísurin verður slaktaður síðst í november, hann verður hongdur upp í eina viku, skorin sundur og so verður skinkan við beini løgd í salt [...] størstu høgtíðina. Og hóast hann hevur hildið jól í Føroyum, síðani hann kom higar fyri sløkum fimm árum síðani, heldur hann fast við partar av tradisjónunum í Finnlandi. - Ein partur av sjarmuni við at vera [...] drongi. Hóast Peter Turtschaninoff fer úr stjórasessinum í Norðurlandahúsinum til várs, er ikki vist, at hetta eru seinastu jólini hann heldur í Føroyum. - Tað vóni eg ikki, og hvat eg finni uppá stendur opið
eftirkanna og skriva journalir. Í 1985 var starvið hjá løgmanni leyst, í fyrsta umfari hálva tíð. Løgmenninir hesa tíðina eru allir teir, sum eru á lívi í dag. Pauli Ellefsen, Atli Dam í tvey valskeið, Jógvan Sundstein [...] ført við sær, at málsøkini eru skipað í fyrisitingarligar eindir, og sum ein liður í hesum varð Uttanlandsdeildin skipað í summar, og flutti Maiken við tá sum fulltrúi í umboðanarmálum. - Hetta arbeiðið er [...] hjá løgmanni fyrisitingarliga er í lagi. Harumframt skalt tú tola broytingar, tí politiska umhvørvið er óstøðugt í sínu veru og tín arbeiðsgevari situr í mesta lagi í 4 ár hvørja ferð. - Nú vit arbeiða