stykkini í Kollafirði, og tí er tað gagnligur politikkur at lækka prísin og at selja grundstykkini við undirskoti, tí annars er vandi fyri, at kommunan brennur inni við øllum grundstykkinum, og missur sostatt [...] Sigurðsson, býráðslimur í Havn og fyrrverandi formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð. Kann sigur, at framferðin hjá býráðnum er bæði »langt úti« og »smakleys«. Á býráðsfundi í Havn [...] prís. Spískastur var Tróndur Sigurðsson og hann heldur, at hetta er tað sama sum at meirilutin sigur, at havnarfólk skulu rinda fyri at onnur kunnu liva í sús og dús, sum hann málbar seg. Hann segði, at
bara útreiðslur og fjas. Men tvørturímóti styrkir hetta búskapin og peningarenslið beinanvegin og økir um fólkatalið. Og harumframt er hetta besta íløgan til tess at skapa varðandi virðir og nýggjar innt [...] meg vera íðan og bersøgnan um nýggjársrøðu løgmans og arbeiðslag samgongunnar. Til tað er at siga, at løgmaður og sitandi samgonga alt ov leingi eru sloppin undan at standa til svars og at verða sett undir [...] framtíðarætlanir ella bygnaðarbroytingar. Og nú tá átøk eiga at gerast til tess at skapa arbeiði og forða arbeiðsloysi – og ikki minst ungdómsarbeiðsloysi – er ongin politikkur at hóma. Ístaðin verður farið skeivan
stig til at fáa gongd á orðblind og lesiveik ung og vaksin. Ikki av tilvild var tað Rasmus Magnussen, sum kom við hugskotinum, tí hann hevur sjálvur verið orðblindur, og tvey børn hansara hava arvað brekið [...] at undirvísa ungum og vaksnum. Á fleiri skúlum er nú undirvísing fyri orðblind. Á Heilsuskúlanum, Tekniska skúla í Havn, Handilsskúlanum, Fiskivinnuskúlanum og á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum [...] fingið orðblindaundirvísing, og hetta hevur gjørt, at tey ikki eru givin vegna orðblindni og hava tikið prógv. - Tað hevur stóran týdning, at orðblindni nú er ein viðurkendur lesi- og skrivitrupulleiki, sum
ófaklærdu arbeiðsmegina og at allar kunngerðir um bústaðarviðurskifti og onnur daglig viðurskifti vórðu fingin upp á pláss. Hesin arbeiðsbólkur fór til arbeiðis beinanvegin og eitt úrslit av hesum fer [...] nærri inn á í fyrstu syftu, hóast landsstýrismenninir báðir Bjarni Djurholm og Høgni Hoydal høvdu farið nógv ov lætt um hetta og gjørdi, at neyðugt var at taka málið veruliga upp. Tá løgmaður yvirreagerar [...] fyrst og fremst tosar um at geva eina jaliga viðferð, bert tí ein útlendingur er komin inn í landið, er ábyrgdarleyst. Føroyar skulu hava ein skilagóðan útlendingapolitikk, sum umframt fyrst og fremst
, og tað er helst ein sannleiki, tá vit tosa um politiska kommunikatión, sigur Per Højgaard. Og sjónligur eru teir ? Jenis av Rana og Torbjørn Jacobsen ? stundum við hvøssum og avgjørdum sjónarmiðum, stundum [...] útvarpstólini hjá teimum gomu á Lindina, og sjálvt í Brússel, har nógvir føroyingar vóru á messu, var Tobbi stóra samtaluevnið. Soleiðis settu Tobbi og Jenis dagsordan, og tað hava teir mangan gjørt fyrr. Meðan [...] í miðlunum, at nýmótans politikkur verður rikin. Politisku floksapparatini eru ikki tað, tey vóru fyrr, og tað er í miðlunum, at dagsins politikarar fáa samband við verandi og nýggjar veljarar, sigur Per
skal taka upp ein nýggjan føroyapolitikk. Tann politikkur, danska stjórnin rekur nú, er ikki ber skaðiligur fyri Føroyar og føroyingar, og eisini til skomm og skaða fyri ta donsku tjóðina. Umráðandi er, at [...] Túsundavís av føroyingum hava verið noyddir at fara heimanífrá og liva í útisetu millum fremmand fólk og síggja børn síni vaksa upp og tosa eitt fremmant mál. So gott sum hvørt føroyskt húski hevur verið [...] Síðani hava danir og hesir politikarar stýrt okkum og hava tí ábyrgdina av tí vanstýri, vit hava livað undir síðani. Tað vit hava rætt til, er eitt endurgjald fyri allan tann skaða, sum danir og teirra húskallar
september og hann ivast ikki í, at yvirgangur aftur verður eitt høvuðsevni hesuferð, kanska serliga støðan í miðeystri, støðan ímillum Irak og ST, støðan ímillum og Irak og USA og støðan ímillum USA og ST. Jóannes [...] Harafturat eru nógvar smærri hallir, har ráðharrar,aðrir politikarar og onnur halda røðu og har tað ber til at seta spurningar og at kjakast um ymisk viðurskifti. Tað eru somuleiðis serligar skráir fyri [...] Politikkur ? Tað verður ein stór løta at hoyra Bill Clinton og Tony Blair tala. Jóannes Eidesgaard, fer í morgin til Onglands, har hann skal á landsfund hjá enska javnaðarflokkinum Labour. Har verður nógv
Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard hava gloymt fortíðina. ? Tað er løgið at tey hava gloymt, at løgtingssamtyktin um sjálvstýri Føroya Fólks er samtykt og hon stendur framvegis við. Og tað er hendan samtyktin [...] liga økinum, har endamálið er, at vit skulu hava fullveldið. Men tað meina javnaðar- og sambandsflokkurin valla og tí er tað illa umhugsað, tá ið tey nú siga seg kunna taka undir við samgonguskjalinum [...] Nýggj samgonga ? Siga Jóannes Eidesgaard og Lisbeth Petersen at tey kunnu taka undir við samgonguskjalinum, gera tey ein brølara. Jenis av Rana, formaður í miðflokkinum, sum er minsti flokkur í nýggju
Eftir at eg tvær ferðir í Degi og viku og í bløðunum havi sæð og lisið um viðferina, sum Kári Jacobsen hevur fingið, gjørdi eg av at siga mína erligu hugsan. Hetta geri eg aftan á at vit fingu at vita [...] at Kári hevði søkt starv sambært lýsing og var settur í starv sambært somu lýsing, og Útvarp Føroya í tíðindumum greiddi frá, at 9. kommunulæknin var settur og skuldi byrja praksis í nýggju hølunum í Gundadali [...] býráðslimur og hevur harvið vinaskaran, ið kann broyta eina avger sum hesa. Hetta kalla vit vina- og kenningapolitik. Soleiðis bar væl til hjá Jenisi at fáa hatta uppá pláss. Hetta er ein stór og fúl skomm
málini meiri samskipað og undir einum, heldur enn at pilka einstøk hús og gøtur burtur úr og leggja allan dent á tey. Er tað forrestin kommunan, sum skal gera matstøð og annað slíkt, og fæst eitt so gamalt [...] ætlanir innan ymsar frítíðar- og listagreinir. Slíkar umsóknir koma inn alt árið og verða í prinsippinum lagdar fyri nevndina tvær ferðir. Hon tekur so støðu og játtar tilsamans 425.00 krónur í smáum bitum. Hesir [...] har, sum teir detta niður, og teir eru eisini tekin um, hvat kommunan vil stuðla. Men hetta liggur fjart frá einum yvirskipaðum mentanarpolitikki, og er heldur ikki ein politikkur, sum ger hol í sjógvin.