Formaðurin vil ikki dragast inn í málið

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vil ikki so mikið sum hoyra um skuldsetingarnar, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført fram ímóti løgmanni og ráðharrum Fólkafloksins. Høgni Hoydal velur at síggja skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt persónsmál, og slík sigur hann seg ikki gera viðmerkingar til.

Formaðurin vil ikki dragast inn í málið

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vil ikki so mikið sum hoyra um skuldsetingarnar, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført fram ímóti løgmanni og ráðharrum Fólkafloksins. Høgni Hoydal velur at síggja skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen sum eitt persónsmál, og slík sigur hann seg ikki gera viðmerkingar til.

Politikkur

Rúnar Reistrup

Formaður Tjóðveldisfloksins hevur verið óvanliga styggur seinastu dagarnar, men í gjár, tríggjar dagar eftir at Tórbjørn Jacobsen setti fram skuldsetingar, sum geva løgmanni grundarlag at stevna honum fyri ærumeiðing, valdi floksformaðurin at taka telefonina, tá fjølmiðlarnir ringdu til hann.
Tað var tó ikki fyri at gera slætt borð ella reinsa luftina, soleiðis sum fyrrverandi løgmaður Jógvan Sundstein eftirlýsti í blaðnum í gjár, at Høgni Hoydal valdi at traðka fram. Heldur var orsøkin, at hann ynskti at greiða frá, hví hann ikki vil gera viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen.

Eitt persónsmál
Grundgevingin, sum Høgni Hoydal førir fram um, hví hann ikki vil gera viðmerkingar til skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen, er greið.
- Hatta er eitt persónsmál, ikki eitt politiskt mál. Og persónsmál geri eg ikki viðmerkingar til. Eg eri ikki við í hasum málinum, sum fjølmiðlarnir fokusera uppá, og eg vil ikki dragast inn í eitt orðaskifti, sum eg als ikki haldi hevur nakað við politikk at gera, sigur Høgni Hoydal, sum ikki metir seg hava hvørki hug, tíð ella orku at taka sær av teimum nógvu persónligu álopunum, sum fara fram í føroyskum politikki,
- Eftir góð fýra ár í politikki havi eg sjálvur upp í ein heilan kassa av blaðgreinum, har lagt verður eftir mær persónliga á allar møguligar mátar, men eg havi ongangtíð valt at tikið tað upp í fjølmiðlunum. Eg diskuteri ikki persónsmál, og tað geri eg heldur ikki í hesum førinum.

Anfinn fær einki svar
Høgni Hoydal metir ikki, at samgongusamstarvið er í vanda av tí sokallaða persónsmálinum.
- Vit eru farin inn í eina samgongu og hava undirskrivað eitt samgonguskjal. So leingi samgonguskjalið verður hildið, havi eg ongan trupulleika. Eg haldi at tað er harmiligt at man í Føroyum altíð fokuserar uppá persónsviðurskifti og mátarnar, sum orð verða søgd uppá. Tí har vita vit, at allir flokkar eru líka góðir.
Anfinn Kallsberg eftirlýsti í grein í Sosialinum mikudagin einari greiðari útmelding frá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum um hvat hennara støða er til tað, sum Tórbjørn Jacobsen hevur ført fram
Men hesa útmelding fer løgmaður ikki at fáa ígjøgnum fjølmiðlarnar, tí formaður Tjóðveldisfloksins vil ikki gera nakrar almennar viðmerkingar til innihaldið í tí, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað.
Allir spurningar, sum koma inn á tær skuldsetingar, sum Tórbjørn Jacobsen reisir og tær avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum, í floks- og samgonguhøpi, verða soleiðis svaraðir av floksformanninum við at talan er um eitt persónsmál, sum ikki verður kommenterað.