Næraberg fekk varandi svartkjaftaloyvi í 2000

Tíðindaskriv

Næraberg fekk varandi fiskiloyvi, uttan treytir um framleiðslu til matna, til fiskiskap eftir svartkjafti í desember í 2000. Felagið hevði tí sambært umsitingini í Fiskimálaráðnum og uttanhýsis løgfrøðingi rættarkrav uppá at fáa veiðu- og fiskiloyvi flutt á nýggja Næraberg, sum kom í flotan fyri kortum. Hevði løgmaður ikki av sínum eintingum lagt seg út í umsitingarliga málið, var tað avgreitt fyrr

 

Longu í 2000 fekk Næraberg varandi veiði- og fiskiloyvi til svartkjaftafiskiskap. Ongar treytir vóru um at veiðan skuldi framleiðast til matna. Tí hevði felagið rættarkrav um at fáa veiði- og fiskiloyvi flutt á nýggja Næraberg. Tað var greiða niðurstøðan hjá umsitingini í Fiskimálaráðnum og uttanhýsis løgfrøðiligari ráðgeving.

Út frá einum politiskum sjónarmiði hevði mær dámt betur, um málið ikki varð avgreitt fyrr enn nýtt landsstýrið var skipað. Men umsitingin fór so langt at siga, at óneyðugt drál í samband við avgreiðsluna av málinum kundi bera við sær endurgjaldsskyldu úr landskassanum. Politikkur átti ikki at verða blandaður uppí málið, tí tað var reint umsitingarmál.

 

»Sambært § 8, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur umsøkjarin rættarkrav um at fáa veiðiloyvi flutt á nýggja skipið, uttan nakra treyt um, hvussu veiðan skuldi nýtast«, var greiða niðurstøðan.

 

Íblanding frá løgmanni í umsitingarliga málið seinkaði avgreiðsluni

Longu fyrst í januar legði løgmaður seg av sínum eintingum út í umsitingarliga málið. Løgmaður metti ikki, at málið átti at avgreiðast fyri valið, tí tað var politiskt. Hann kravdi samstundis at verða kunnaður um málsgongdina frameftir. Tá var umsitingin mær vitandi ikki liðug við viðgerðina av málinum, men eg lovaði løgmanni at spyrja til málið og halda hann kunnaðan.

 

23. januar kunnaði eg løgmann um niðurstøðurnar hjá umsitingini og greiddi honum frá, at eg ikki fór at steðga avgreiðsluni. Seinni sama dag fekk eg áheitan umvegis teldubræv frá løgmanni um ikki at avgreiða málið, tí tað var politiskt.

 

Umsitingin í Fiskimálaráðnum var als ikki samd, men helt framvegis fast við, at málið var umsitingarligt og átti at avgreiðast uttan drál.

 

Fyri at rudda allan iva burtur varð uttanhýsis løgfrøðilig ráðgeving biðin um at gjøgnumganga málið. Niðurstøðan av hesi gjøgnumgongd var greið:

 

»niðuratøðan hjá umsitingini er røtt: at umsøkjarin hevur rættarkrav uppá at fáa veiðiloyvi sambært § 8, stk. 1 uttan nakra treyt um, hvussu veiðan skal nýtast.«

 

Enn einaferð varð løgmaður kunnaður um niðurstøðurnar og um, at eg fór at lata umsitingini málið har tað hoyrdi heima, um ikki tænastuboð um annað komu úr Tinganesi.

 

Tænastuboðini komu ongantíð. Men í teldubrævi sendum úr Tinganesi 30. januar 2008, stóð millum annað:

 

»Men sjálvandi, sum eg havi sagt við teg, og sum Løgmansskrivstovan hevur gjørt greitt skrivliga, so er tað tú og Fiskimálaráðið, ið mugu meta um, hvørt tað er forsvarligt at útseta eina slíka avgerð«.

 

»Tí vil eg við hesum gera tær greitt, at um tú metir, tað vera óforsvarligt at útseta avgerðina til nýtt landsstýri er skipað, taki eg tað til eftirtektar«.

 

Málið var síðan latið umsitingini, sum avgreiddi málið.

 

Annars fegnist eg um, at málið nú verður viðgjørt í Landsstýrismannanevndini.