Per førir Edmund í óføri

Per Højgaard, journalistur og spinn­dokt­­ari hjá Edmundi Jo­en­sen, fólka­tings­manni, før­ir fólk­a­tings­mann­in í ó­føri.

Tað heldur í øllum før­um Sjúrður Skaale, hin fólka­tings­mað­ur­in hjá okk­um. Hann hev­ur fleiri ferð­ir víst á, at eft­ir hansara tykki er einki høpi í tí, sum Per Høj­gaard skriv­ar fyri Ed­mund Jo­en­sen.
Á Facebook fyrr í vikuni skriv­ar Sjúrður Skaale so­leið­is:
»Eg tími ikki longur at kjak­ast við Ed­mund og hans­ara PR-mann – men for the re­cord: Eg kann vátta, at Ed­mund Jo­en­sen ALD­R­I­N hev­ur ver­ið til stað­ar, tá hetta mál er við­gjørt í donsk­um nevnd­um. EINKI skjal frá Ed­mundi er at finna um hetta mál hjá nakr­ari nevnd. Ed­mund hev­ur held­ur ikki ver­ið í sam­band við »síni fólk« í Eu­r­op­a­parl­a­mentinum.
Og hann hevur ONGA á­virk­an havt á tað eftir mín­um tykki nøktandi støð­u­tak­an­ina hjá donsku stjórnini.
Edmund (ella kanska ser­liga PR-mað­ur­in) hava bara sent út tíð­ind­a­skriv. Tey hava verið ósonn, sjálv­mót­sig­andi og hava bara havt eitt end­a­mál – og tað er parta­pol­i­tikk­ur.
Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur: PR-maðurin før­ir Ed­mund í óføri!«
Edmund Joensen skjýt­ur tó aft­ur eftir Sjúrði Skaale á Fac­e­book:
– Sjúrður Skaale er for­mal­­ist­­isk­­ur. Hongir seg í re­fe­rat frá nevnd­ar­fund­um. Hann vil flyta pappír úr ein­um bunka í ann­an. Tað er als ikki har, ið pol­i­tikk­ur á Christiansborg verð­ur rikin. Málini verða í stór­an mun avgjørd við ting­ing­um tvørt­ur um floks­mørk, áðrenn tey koma fyri í nevnd­um. Tað er í ting­ing­um, man fær ávirkan.
So er tað hetta aft­ur­vend­andi prát­ið um PR-menn, ið SS sum fyrr­ver­andi spinn­dokt­ari hjá Høgna Hoy­dal og An­finni Kalls­berg fram­veg­is er so upp­tik­in av.
Eri spentur uppá, um SS fer at greiða frá, at hann hev­­­ur ein fyrr­ver­andi kring­varps­­mann, ið eis­ini hev­ur skriv­­að fyri Sos­i­al­in, á løn­ar­­lista sín­um niðri á Christ­i­­ans­­borg.
Tað er ein veruleiki, at SS hev­ur fleiri fólk at hjálpa sær við skriv­­ing og persónligari pro­­fi­ler­ing. Men, sum orð­a­tak­i­ð sig­ur: Man eigur at vera var­in at kasta við gróti, tá man sjálv­ur býr í glashúsi.