orsøkin er. Ein situr eftir við spurninginum um, hví politikkararnir ikki bara kunnu gera tað arbeiðið, teimum er litið til av veljaranum. Tað er sjálvandi ikki eitt ynskiligt endamál hjá nøkrum politikara at [...] ert landstýrisfólk í einari fleirflokkaðari samgongu og hevur eitt lógaruppskot, tú ynskir at leggja fyri løgtingið. Sum eitt nú eitt lógaruppskot til hoyringar um nýggja fosturtøkulóg, ið Bjarni Kárason
Ukraina-nevnd í Nato í gjár boðaði aðalskrivarin í Nato frá, at limalondini fara at keypa Ukraina vápn fyri milliardir av evrum í hesum árum. Serliga skal loftverjan av Ukraina styrkjast, so at hon kann standa [...] dronur ímóti ukraniskum býum um ársskiftið. Sambært ukrainska forsetanum vóru umleið 70 prosent av teimum skotin niður av loftverjuni.
abarettin 2023 hevur higartil verið framførd átta ferðir fyri fullum húsum í SALT, og fólk aðrastaðni frá hava eisini verið og hugt, og teimum hava dámt hana sera væl. So um tú dámar kabarett og suðuroyar [...] tað at rigga á palli. Tað eru til samans 10 leikarar, sum allir hava tað tilfelags at teir brenna fyri at spæla sjónleik. Okkara kabaretttónleikabólkur teir svinga, og seta sín heilt serliga dám á kabarettina
at kvotur vórðu settar í gildi Í Es, bleiv mett, at fiskur fyri 23 milliardir kr. bleiv blakaður út aftur í havið í Norðsjónum og vestan fyri Írland. Og sama skilið var í Íslandi. Men hetta er ein so long [...] Norðsjógvin, nú liggja tómar fyri fiskiskip og fisk. Í árinum 1962 vóru 67o fiskiskip í Esbjerg, í dag eru tey kanska 1o smá skip. Havnirnar í Hull, Grimsby, Aberden eru allar tómar fyri fiskiskip. Ja í Grimsby [...] Toskafiskiskapurin helt áfram at mennast heilt til 2019. Tey bestu økini til tosk blivu framhaldandistongd fyri fiskiskapi, og einki bleiv opnað. Komið nakað út í 2019 var toskastovnurin blivin so stórur, at grunnurin
ongan týdning hevur fyri. Av teimum gott 54.000 fólkunum í Føroyum eru sostatt eini 37.700 fólk, sum komandi broytingar í pensjónsaldri hava týdning fyri. Mest fyri tey yngstu og minst fyri tey elstu. Eg veit [...] ongin ivi um, at hækkaður pensjónsaldur fer at hava óendaliga størri týdning fyri tey enn fyri tey eldru, sum í dag vísa seg at seta dagsskránna. Fólk við aldri til valrætt, sum verða ávirkað av hækkingum [...] blíva yvir 100 ár. Og tað er altso 23 ár eftir 67 ár. Tí talar alt fyri, at vit nú beinanvegin taka støðu til pensjónsaldurin hjá teimum, sum verða pensjónistar tey næstu umleið 40 árini. Mær hevði dámt
Shapps, eru fleiri dronur skotnar niður í Reyða Havinum í nátt. Hesum hava bretar og amerikanarar syrgt fyri. Tað er iranskt stuðlaði Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen, sum stendur aftanfyri álopini í Reyða [...] taka avleiðingarnar av hesum, sigur bretski verjumálaráðharrin. Hann leggur aftrat, at endamálið hjá teimum sameindu í Reyða Havinum er at verja ósek mannalív og at tryggja flutningin í Reyða Havinum. Seinastu [...] skipaferðsluni millum Evropa og Asiu gongur um Reyða Havið, og tískil hevur siglingarleiðin stóran týdning fyri heimshandilin.
orð. Eitt nú hesir, sum við dýrum fongi undir krígnum - við deyðans kvørkrataki um hálsin stríddust fyri húsi og heimi – sum í øllum veðri sigldu við sløktum lanternum, ongum vitaljósi, og bert høvdu kumpas [...] Olsen Las eina grein um trolaran Ólav Halga, sum Olaf hjá Jakku førdi yvir undir ísbrúnna á sinni fyri 56 árum síðani. Sá á Olaf nú um ársskiftið í “Elim” í Søldarfirði. Vitiliga nakað framsettur, føddur [...] vandaferð Tað var millum jóla, móti kvøldi tann 27. desember 1967, at teir fóru avstað, og møtti teimum ein tráur, hvassur útnyrðingur um 10 stig líka úr Mykinesi og yvir til Hvarvið. Komnir vestur um
Eftir øllum at døma hevur náttin - og fyri so vítt eisini seinasta samdøgrið - verið av teimum heilt friðarligu. Vaktleiðarin segði í morgun, at alt hevur verið stak friðarligt, og í samdøgurfrágreiðingini
nógv forstáilsi at hóma hjá teimum trimum dómarunum, sum í dag lurtaður eftir grundgevingunum hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump um, at hann ikki kann rættarfylgjast fyri gerðir, hann gjørdi, tá hann [...] Hoyringin snúði seg um, hvrt Trump kann krógva seg aftan fyri órin, tá tað 4. mars verður farið undir rættarmálið, har Trump er skuldsettur fyri at hava roynt at broytt úrslitið av forsetavlinum í 2020 [...] kann rættarfylgjast fyri gerðir, hann hevur gjørt sum forseti, uttan so, at forsetin er dømdur við ein ríkisrætt fyrst. – Um góðkent verður, at ein forseti verður rættarfylgdur fyri almennu gerðir sínar
Góð 54 prosent av teimum spurdu eru fyri, at fosturtøka skal vera loyvd til og við 12 viku av viðgongutíðini Tað vísir kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið í dag. Meir enn helmingurin av [...] vera loyvd til og við 12. viku av viðgongutíðini. Góð 54 prosent av teimum spurdu svara ja til tann spurningin, meðan 34 prosent av teimum spurdu siga seg ikki taka undir við hesum. Góð 11 prosent siga seg