Tað var ikki nógv forstáilsi at hóma hjá teimum trimum dómarunum, sum í dag lurtaður eftir grundgevingunum hjá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump um, at hann ikki kann rættarfylgjast fyri gerðir, hann gjørdi, tá hann var forseti.
Neyðugt var ikki hjá Donald Trump at møta í rættinum sjálvur, men tað gjørdi hann kortini, tá tað fyrrapartin var ein hoyring við ein samveldis kærudómstól í Washington D.C.
Hoyringin snúði seg um, hvrt Trump kann krógva seg aftan fyri órin, tá tað 4. mars verður farið undir rættarmálið, har Trump er skuldsettur fyri at hava roynt at broytt úrslitið av forsetavlinum í 2020.
Hann tapti valið ímóti valevninum hjá Demokratinum, Joe Biden, men royndi sambært ákæruni – saman við fleiri samsekum – at fifla við atkvøðunum, so valið gjørdst Trump til fyrimunar.
Advokaturin hjá Trump, John Sauer, segði undir hoyringini, at ein forseti ikki kann rættarfylgjast fyri gerðir, hann hevur gjørt sum forseti, uttan so, at forsetin er dømdur við ein ríkisrætt fyrst.
– Um góðkent verður, at ein forseti verður rættarfylgdur fyri almennu gerðir sínar, so er tað sum at lata upp eskjuna hja´Pandoru – nakað, sum tjóðin ongantíð kemur yvir.
– Tað er eitt skakandi sjónarmið, at rættarligt órin ikki er fyri ein forseta, segði John Sauer.
Men dómararnir í kærudómstólinum tyktust ikkki at gerast ávirkaðir av tí, sum verjin hjá Trump førdi fram.
– Eg haldi, at tað er paradoksalt, at tey siga, at tað er stýrisskipanarlig skylda hjá honum "at syrgja fyri, at lógirnar verða neyvt handhevaðar", loyvir honum at bróta revsilóigina, segði Karin Henderson, dómari.
Undir forsetavalinum í 2020 og umleið hálvan annað mánað eftir tað var Trump enn forseti. Eftirmaður hansara, Joe Biden, fekk sæti í forsetaskrivstovuni í januar í 2021.
Hvat Trump so gjørdi undir og eftir forsetavalið, kann Trum sambært sær sjálvum ikki rættarfylgjast fyri, tí tað var gjørt í embætisskeiði hansara.
/ritzau/AFP