Eftir øllum at døma hevur náttin - og fyri so vítt eisini seinasta samdøgrið - verið av teimum heilt friðarligu.
Vaktleiðarin segði í morgun, at alt hevur verið stak friðarligt, og í samdøgurfrágreiðingini er einki av almennum áhuga.
Hetta merkir, at bæði úti á vegunum og innanveggja kring landið hevur alt eftir øllum at døma gingið, sum eftir ánni.











