Nato-lond vilja keypa Ukraina vápn fyri milliardir

Ætlanin er serliga at styrkja ukrainsku loftverjuna við Patriot rakettum

Ukraina skal framhaldandi vænta sær stóran stuðul frá Nato í krígnum ímóti Russlandi.

 

Eftir fund í serligari Ukraina-nevnd í Nato í gjár boðaði aðalskrivarin í Nato frá, at limalondini fara at keypa Ukraina vápn fyri milliardir av evrum í hesum árum.

 

Serliga skal loftverjan av Ukraina styrkjast, so at hon kann standa betur ímóti nógvum russiskum álopunum við raktettum og dronum.

 

Nato-londini fara sambært Stoltenberg at keypa upp í 1000 amerikanskar Patriot loftverjurakettir, sum skulu latast Ukraina. Patriot er millum mest framkomnu loftverjuskipanir í heiminum.

 

Volodymyr Zelenskyj var í gjár á vitjan í baltiskum londum, og á tíðindafundi í Vilnius í Litava segði ukrainski forsetin, at Ukraina serliga hevur tørv á styrki til loftverjuna.  

 

Sambært Zelenskyj sendi Russland minst 500 rakettir og dronur ímóti ukraniskum býum um ársskiftið. Sambært ukrainska forsetanum vóru umleið 70 prosent av teimum skotin niður av loftverjuni.