Ógvusligastu álop í Reyða Havinum higartil

Í nátt hava bretsk og amerikansk herskip byrgt uppfyri umfatandi Houthi-álopum í Reyða Havinum.

Sambært bretska verjumálaráðharranum, Grant Shapps, eru fleiri dronur skotnar niður í Reyða Havinum í nátt.

 

Hesum hava bretar og amerikanarar syrgt fyri.

 

Tað er iranskt stuðlaði Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen, sum stendur aftanfyri álopini í Reyða Havinum, veit tíðindastovan, Sky News, at siga í dag.

 

Bretski verjumálaráðharrin sigur, at álopini eru tey mest umfatandi í økinum higartil.

 

Lopið hevur eitt nú verið á bretska herskipið, HMS Diamond, sum saman við amerikanskum herskipum roynir at verja altjóða skipaferðsluna í Reyða Havinum.

 

Á X, fyrrverandi Twitter, skrivar bretski verjumálaráðharrin, Grant Shapps, soleiðis:

 

- Í nátt hevur HMS Diamond saman við amerikanskum herskipum byrgt uppfyri størstu álopunum í Reyða Havinum higartil.

 

Grant Shapps sigur, at ólógligu álopini slett ikki kunnu góðtakast.

 

- Fara álopini at halda fram, noyðist Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen, at taka avleiðingarnar av hesum, sigur bretski verjumálaráðharrin. 

 

Hann leggur aftrat, at endamálið hjá teimum sameindu í Reyða Havinum er at verja ósek mannalív og at tryggja flutningin í Reyða Havinum.

 

Seinastu tíðina eru fleiri skip álopin av Houthi-uppreistrarbólkinum, og fleiri reiðarí hava tí givið sínum manningum boð um at sigla longu leiðina suður um afrikanska meginlandið. 

 

Ein stórur partur av skipaferðsluni millum Evropa og Asiu gongur um Reyða Havið, og tískil hevur siglingarleiðin stóran týdning fyri heimshandilin.