Suðuroyar Sjónleikarafelag hevur veruliga gjørt vart við seg tey seinastu árini. Nú kemur felagið enn einaferð norðurum við einari Suðuroyarkabarett. Seinast var í 2019 og tá var tað ein stór succes.
Suðuroyarkabarettin 2023 hevur higartil verið framførd átta ferðir fyri fullum húsum í SALT, og fólk aðrastaðni frá hava eisini verið og hugt, og teimum hava dámt hana sera væl. So um tú dámar kabarett og suðuroyar skemt, so er at skunda sær at ogna sær eitt atgongumerki.
Her eru sketsjur um politisk viðurskifti, lokalar hetjur og KVF, sum ikki tímir at koma suður at gera reportasju. Vit fara eisini eina rundferð í oynni, í bindiklubba í Porkeri, til frisør, inn á Torgið í Vági, og so liggur onkur undir vatnskorpuni og lurtar, men hvat er at hoyra?
Vit hava aftur hesaferð havt Jákup Veyhe at leikstjórna, og tað hevur riggað so ótrúliga gott. Vit hava skrivað tilfarið, og Jákup Veyhe hevur hjálpt okkum við at fáa tað at rigga á palli. Tað eru til samans 10 leikarar, sum allir hava tað tilfelags at teir brenna fyri at spæla sjónleik. Okkara kabaretttónleikabólkur teir svinga, og seta sín heilt serliga dám á kabarettina. Fýra rockmusikarar, ið meistarliga levera Paranoid hjá Black Sabbath frá 1970 og Rasputin hjá Boney M. frá 1978,
Sýningin kl 20 í Norðurlandahúsinum er longu útseld, men nøkur atgongumerki eru eftir til sýningina klokkan 17.
Síðsta sýning: Suðuroyarkabarettin í Norðurlandahúsinum 20. jan kl 17 og kl 20
##med2##
##med3##
##med4##