tillukku og vónar at fáa gott samstarv við nýggja landsstýrið í framtíðini. Anfinn Kallsberg sigur, at innihaldið í hesum brævinum er alment. Hann heldur ikki nakað løgið vera í, at umboð fyri bretsku [...] løgmaður segði við Sosialin í gjár, at ætlanin var ikki at taka marknatrætuna við bretar upp á sjálvum fundinum við donsku stjórnina, men at tað var ikki óhugsandi, at tað varð gjørt í einum øðrum samanhangi [...] eisini hevur tygara áhuga. Mál okkara er at finna eina rættvísa avtalu, ið er til gangs fyri báðar partar, sum millum brøðratjóðir. Stóra ynski mítt er, at vit kunnu samstarva. Við øllum góðynskum í tíni
januar - februar í ár, afturímóti í fjør, kemst tað fyrst og fremst av einum, heldur óvæntaðum fyribrigdi. Og tað er, at innflutningurin av brennievni er fallin næstan niður í helvt í januar og februar [...] eru flokkaðar aðrastaðni at kalla í stað. Men ikki minst loypir tað í eyguni, at innflutingurin av bilum er ikki so stórur longur, sum hann var nøkur ár herfyri. Kreppan gjørdi, at innflutingurin av bilum [...] Nú tykist tað sum um tann stóri vøksturin, ið hevur verið í innflutninginum seinastu árini, er tálmaður eitt sindur. Í øllum førum benda tey feskastu tølini frá Hagstovu Førpya á, at innflutingurin ikki
uppleggið. Tað er ikki greitt, um ein samd nevnd tekur undir við upplegginum frá landsstýrinum, men formaðurin í nevndini, Jóannes Eidesgaard segði við Sosialin í vikuni, at tað er sera umráðandi, at landsstýrið [...] ósamdir um sjálvstýrisspurningin, nú samráðingar skulu vera, so sigur Anfinn Kallsberg, at teir eru samdir. Talan er um at loysa nøkur akutt mál og so at nema við onnur, sum skulu avgreiðast uppá longri sikt [...] sum eisini eru niðurfeld í samgonguskjalið. -Hetta er eitt nógv størri mál, sum ikki nú kann viðgerast út í æsir. Vit taka tað fram og syrgja fyri, at tað vit gera nú, ikki verður ein forðing fyri tí víðari
sunnanfyri Seyðisfjørð. Og tað er ikki av tilvild, at farið verður júst til Reyðarfjørð. Tí tað var nettupp her, at søgubøkurnar siga, at Naddoddur hin føroyski, sum báturin er nevndur eftir, kom á land [...] Íslandi er so ætlanin at ferðast runt við bátinum so sum umstøður og veður er. Men har um vegir eru eisini íslendingar, sum siga seg vera ættaðar frá Naddoddi gamla, og ber tað til, er ætlanin at hitta onkrar [...] Sverri Jensen. Men áhugavert er tað, at tvøramenn eisini siga, at Zakarias Hammer í sjónvarpinum ferð við, og hann ætlar so at taka alla ferðina uppá sjónband og at gera onkrar sjónvarpssendingar burturúr
Tað er í øllum førum eg!«, sló Lena endiliga fast. »Allíkavæl ber ongantíð til at siga, at man er nøgdur við úrslitið. Sjálvkritikkurin er har alla tíðina og fær meg av og á til at halda, at tað er nakað [...] Men tann næsta er longu í umbúna. Vit hava longu hugsað um at fara í gongd við okkurt nýtt. Tá mugu vit tó finna onkran annan at gera hana enn Niclas. Tað er ikki altíð tað besta at vera ?par?, tá man skal [...] nakað lort, eg havi gjørt, men aðrar tíðir eri eg øgiliga glað fyri fløguna. Soleiðis er tað helst altíð.« Loops Tað byrjaði við, at Niclas setti seg niður við løgunum, hann hevði gjørt, og fór at finna loops
Ferðaráðið. Um tað læt aftur í dag, hevði tað ikki gjørt nakran mun. Kenslan man situr við er, at vit kunnu verða Ferðaráðið fyri uttan, men hinvegin er tað ofta so, at tú veitst ikki, hvussu gott tað er, fyrr [...] tað, sum er meiningin, at fleiri skulu doyggja økonomiskt, áðrenn Ferðaráðið er komið fyri seg, so eiga vit at fáa tað at vita. Hinvegin kunnu vit siga, at tað ber væl til at reka ferðavinnu uttan Ferðaráðið [...] hevur ikki verið og er ikki nóg gott. Vit hoyra javnan, at nú gongur betri í ferðavinnuni og at so og so nógv ársverk eru í vinnuni, men eg dugi ikki at fáa eygað á tey. Veruleikin er, at meginparturin av
høgligari. Møguleiki er fyri, at allar føroyskar familjur verða lagdar inn á teldu, sigur Sámal Bláhamar. Er øll áhugað í tí? Tað er upp til hvønn einstakan. Tað er ein dani, sum hevur skrivað allar [...] vikuskiftinum er at samskipa tey, ið fáast við ættargransking og geva teimum møguleika at seta eitt ættargranskingarfelag á stovn. Ein møguleiki við at ættargranskarar og telduáhugað savnast, er at fáa skipa [...] luttakararnir hava høvi at seta spurningar. Ætlanin er eisini at seta eitt ættargranskingarfelag á stovn. Fyri nøkrum árum síðani vórðu stig tikin til eitt slíkt felag, men tað datt burtur. Eg havi avgjørt eina
hjá Torgrími Illa. Leikstjóri er Rúni Gaardlykke. Av tí, at fyrireikararnir í Stockholmi hava sett mark fyri, hvussu long spælitíðin kann vera hægst 60 min. ber ikki til at spæla leikin í fullari longd [...] Grønlandi, Noregi, Svøríki, Onglandi og Føroyum vera við. Í hesum sambandi skal Havnar Sjónleikarfelag umboða Føroyar og framføra leik 12. og 13. juni. Tað er bólkur av ungum leikarum í felagnum, sum í løtuni [...] Stockholm er mentunarhøvuðsstaður Europu 1998. Gjøgnum alt árið eru mentunartiltøk í býnum. Frá 10. til 15. juni er norðurlendskur sjónleikur á skránni. Sjónleikarbólkar úr Íslandi, Finlandi, Grønlandi
ráða yvir. Tað er langur teinur at koyra til Selatraðar, kemur tú úr miðøkinum ella eysturoynni. Men skótarnir høvdu skipað so fyri, at ferðasamband var úr Hósvík við Amadeus til Selatraðar. Tað tekur uml [...] n høvdu skótarnir LPK-stevnu, sum er landspatrúljukappingin hjá KFUM-skótunum. Endamálið við fagnaðardegnum var at skipa fyri einum familjudegi á Skótadeplinum, og at fáa til vega pening til Skótadepilin [...] uml. 15 min. at sigla. Amadeus sigldi aftur og fram alla tíðina fullfermdur við fólki. Veðrið var sum føroyskt veður plagar at vera, skiftandi, til tíðir brennandi sól og stilt, so knappliga oysandi regn
ferðaætlan. - Tað sum vit hava lagt dent á við hesi ferðaætlanini, er at gera hana greiðari. Serliga vóru tað notirnar í gomlu ferðaætlanini, sum góðu fólki høvðubrýggj. Ofta var tað so at fólk g´ðu sær [...] eisini. Í nýggju ferðaætlanini er nógv lætari at fáa eitt yvirlit. Tað vil siga, tá ið ein hevur lært seg at nýta merkingarnar, sum verða nýttar í ferðaætlanini. Ferðaætlanin er nevnliga ikki eins og gamla [...] læra seg at ?x³ merkir gerandisdagar (mánadag - fríggjadag). Stendur t.d. við einari fráferð ?x6³ merkir tað at henda fráferðin er mánadag - leygardag, men ikki sunnudag. Tá ið ferðaætlanin er broytt ísamband