-Eg vóni, at alt løgtingið stendur saman sum ein maður, nú tá farið verður til Danmarkar at samráðast sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður nú fáar dagar undan samráðingunum.
Hann hevði fund við Uttanlandsnevndina mikudagin, har greitt varð frá uppleggi landsstýrisins. Uttanlandsnevndin hevði so innanhýsis fund í gjár um hetta uppleggið. Tað er ikki greitt, um ein samd nevnd tekur undir við upplegginum frá landsstýrinum, men formaðurin í nevndini, Jóannes Eidesgaard segði við Sosialin í vikuni, at tað er sera umráðandi, at landsstýrið fer til Danmarkar við einum samdum tingi aftan fyri seg.
Talan er um eitt samt landsstýrið, sum fer til Danmarkar. Hóast tað kann skiljast sum, at løgmaður og landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum eru ósamdir um sjálvstýrisspurningin, nú samráðingar skulu vera, so sigur Anfinn Kallsberg, at teir eru samdir. Talan er um at loysa nøkur akutt mál og so at nema við onnur, sum skulu avgreiðast uppá longri sikt og sum eisini eru niðurfeld í samgonguskjalið. -Hetta er eitt nógv størri mál, sum ikki nú kann viðgerast út í æsir. Vit taka tað fram og syrgja fyri, at tað vit gera nú, ikki verður ein forðing fyri tí víðari prosessini.
Burtur við bindingum
Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at landsstýrið fer til Danmarkar við tí fyri eygað at fáa allar hugsandi bindingar, sum eru millum Danmark og Føroyar, burtur. Her sipar hann til bindingarnar í teimum avtalunum, sum vórður gjørdar í 92 og úteftir millum londini. Har var nógv uppílegging í føroyskan politikk.
-Við tíðini eru rættiliga nógvar av hesum bindingum burtur, men har hanga nakrir lepar eftir, sum vit leggja upp til at fáa burtur sigur løgmaður.
Tær bindingar, sum løgmaður m.a. hugsar um, eru eitt nú kravið um eina kvotaskip, sum teir tó síðandi hava tikið aftur.
Løgmaður sigur, at miðjað verður móti at gera eina heilt nýggja avtalu, sum als einki hevur við hinar gomlu at gera.
Uppá fyrispurning hvat landsstýrið ætlar at fyritaka sær, um danir tvíhalda um at hava javnbjóðis rættindi og møguleikar eisini fyrimunir fram um aðrar í menningini av eini føroyskari oljuvinnu sigur Anfinn Kallsberg, at landsstýriðn hevur ikki sum so fingið nøkur signal tann vegin.
-Men er tað ikki óheppið mótvegis altjóða oljuheiminum, sum vit vilja hava til Føroya at gera stórar íløgur, um danska stjórnin fær tvingað føroyingar at taka við í eina avtalu fyrimunir fyri danskar fyritøkur?
-Eg haldi, at allar bindingar ella nakað annað á tí økinum eru óhepnar, sum vit mugu gera alt fyri at sleppa undan.
Løgmaður sigur annars, at hann ætlar sær ikki at tjakast við danir gjøgnum føroysku pressuna. -Latið okkum nú síggja, hvussu fer at gangast.
-