heystkonsert í Katuaq, mentanarhúsinum í Grønlandi. Hann er boðin til Grønlands at stjórna eini norðurlendskari "medley" og at stjórna kvinnukórinum eftir vælumtóktu ferðina við Glymi í Nuuk í fjør summar [...] grønlendski Seqineq eftir Loth Hammeken. Og sjálvandi í hesum hátíðardøgum er Grønland eisini við til at heiðra Regin Dahl við sanginum Góða mamma við orðum eftir Jacob Hansen og lagi eftir Regini Dahl.
ið, men hann hevur ikki loyvi at spæla við ÍF aftur fyrr enn um eina viku. Djóni skaddur B36 kann við sigri í morgin koma upp á sjey stig, og um so verður, merkir tað, at teir eru væl við í oddastríðnum [...] lærkrikan undir venjing fyrr í vikuni og er úti í óásetta tíð. Spell fyri B36, tí hann var júst um at koma í dystarvenjing. Ronnie Samuelsen yvirtekur plássið hjá honum á miðjuni. Allir hinir hjá B36 eru
tey seta umhvørvistrupulleikarnar í Arktis á dagskránna, og tey eru virkin farin inn í at hjálpa russum við at basa ógvusligu dálkingina av umhvørvinum, sum síggjast í Barentshavinum og í sambandi við [...] til skrivstovuna hjá Norðurlandaráðnum við eini grundgeving áðrenn 28. mai. Øll kunnu vera við til at skjóta evni upp. Virðislønin verður latin á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stockhólmi 8. november
besta katelog, besta prentaða lýsing, og besta sjónvarpslýsing. Tað var í bólkinum besta kategori, at høvuðsfaldarin hjá Ferðaráð Føroya gjørdist ársins vinnari. Kappingin eitur "Kreative hoveder", og [...] har det hele til rådighed - lige ved hånden, lige for øjet: naturen og omgivelserne. Pointen er ikke, at de har anvendt dette. De har fået en fortælling ud af det. Færøernes fortryllelse, fornemt fotograferet [...] Umframt heiðurin fáa Ingvør Nolsøe og Poulsen eina ferð til eitt stað onkrastaðni í heiminum, tey ynskja at vitja. Heiðurslønina fyri bestu sjónvarpslýsingina fingu Jan Caroc og Jan Christer Falk frá reklamuvirkinum
minking í talinum av tjóvaríum annars uppá 27,3 í mun til 1996. Orsøkin til stóru broytingarnar er, at nakrir fáir brotsmenn hava framt fleiri brotsgerðir. Í mun til tey seinastu fimm árini er talið á meldaðum [...] tíðarskeiði. Talið á øðrum tjóvaríum minkaði í 1997 við 16,8 % til 104, men her skal havast í huga, at økingin í 1996 var 62,3 %. Samlaða talið á meldaðum tjóvaríum, innbrotum og tjóvaríum annars er í mun [...] hevur hetta talið ligið nøkulunda á einum støðugum stigi tey síðstu 5-6 árini. Tað er hugsunarvert, at talið á brúkstjóvaríum framhaldandi er minkandi 11. árið á rað - 57 brúkstjóvarí vórðu skrásett í 1997
dag spæla nógv betur, enn teir gjørdu í 60 árunum. Umframt vælspælda 60 ára tónleikin, so er fragd at lurta eftir fleirraddaða sanginum. Tað vóru teir fýra, Øssur Christiansen, Tróndur Streymoy, Jógvan [...] vestmannadreingirnar. Trummusláarin og sangarin Tróndur Streymoy býr í Danmark, og kemur hann til Føroya at spæla enn einaferð. X Rays var ein vælumtóktur bólkur í 60 árunum og spælir enn, men tað er bert av [...] mannað bólkin. Í ár er Zacharias Johansen eisini við í bólkinum. Teir byrjaðu í smáum til stuttleika at koma saman í 1966. Í 1968 spældu teir fyrstu ferð til almennan dans. X Rays hevur fyrr spælt til Aftur
skipar fyri. Undirtøkan var stór og í alt vóru 67 luttakarar og harafturat vóru nógv fólk komin at hyggja at. Runni var runt í bygdini. Undan hesi kappingini lá Rúni H. Olsen úr Bragdinum á odda hjá monnunum [...] er tvey stig aftan fyri við 198 stigum. Hjá kvinnunum økti Sunnuvá um munin í samlaðu kappingini við at vinna frammanfyri Rigmor. Sunnuvá hevur undan síðsta umfarið í Grand Prix renningini 160 stig meðan
Alt bendir í løtuni á, at nýggi FCK-venjarin Christian Andersen hevur valt Toda Jónsson sum álopsmakkara hjá stóru stjørnuni Brian Laudrup, sum FC Keypmannahavn keypti frá Chelsea herfyri. Liðið hevur [...] hevur júst verið sunnanfyri á venjingarlegu, og her vóru Todi og Laudrup í byrjunaruppstillingini so at siga hvørjaferð, og nú liðið er komið heimaftur og hevur spælt sín fyrsta venjingardyst norðanfyri, helt [...] danska høvuðsstaðarliðnum. Tað var nógvur vindur í Trelleborg mikudagin, og vøllurin var heldur einki at reypa av. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom Trelleborg á odda, men Peter Nielsen javnaði fyri FCK í
húsinum eru ikki allar súðir syftar enn. Eftir er framvegis at seta heimliga dámin á nýggju hølini, hanga gardinur upp og annað smávegis fyri at seta egnan dám á. - Tað er ikki nakað, ið hendir eftir einum [...] Á Flat er eisini liðug og har eru 20 børn byrjað. Tíðarætlanin við nýggja stovninum Inni á Gøtu er, at hálvan apríl er byggingin liðug og eftir hálvan verða tey fyrstu børnini av teimum í alt 42 tikin inn
persónbil frá Møller Jensen, heilsølumanni og fór at koyra hýrukoyring. Jørgen (Øgge> ) Johannesen fekk sær ein Ford Thames Fø 1130 vøruvogn. Seinni komu aðrir uppí at koyra. Millumhesar kunnu nevnast Hans Jákup [...] støð vóru bilførarar, sum høvdu havt tilknýti til Bilstøðina Auto hjá Hjørleif. Hesar vildu sleppa at standa á egnum beinum og vóru hesir: Hans Andreas Hohannesen, hann fekk sær ein nýggjan Ford Zociac