Rógvi aftur í ÍF

Fótbóltur: Hagtølini eru við B36 móti ÍF í Gundadali í morgin

Seinastu trý árini, B36 og ÍF hava spælt í Havn, hevur B36 vunnið tilsamans 19-5, og tí er B36 eisini favorittur í morgin móti fuglfirðingum, sum eisini taptu 10-0 móti HB fyri eini viku síðani.

Tá spældi ÍF væl fyrstu 40 minuttirnar, áðrenn ballónin brast, m.a. tí teir framdu tríggjar útskiftingar í hálvleikinum. Viggo Johannesen og málmaðurin Erling Joensen noyddust út, men eru klárir aftur. Torstein Joensen, sum var triði spælarin, ið noyddist út við skaða, er eitt sindur meira ivasamur, men verður helst eisini við. Mortan Thomsen er sjúkur, og Bárður Mortensen er enn ikki í nóg góðari venjing. Rógvi Róin (fyrr Larsen), sum í fjør skifti til B36, men sum ikki hevur fingið nógva spælitíð í ár, er farin aftur til barndómsfelagið, men hann hevur ikki loyvi at spæla við ÍF aftur fyrr enn um eina viku.


Djóni skaddur

B36 kann við sigri í morgin koma upp á sjey stig, og um so verður, merkir tað, at teir eru væl við í oddastríðnum frá byrjan.

Í morgin mugu teir vera skilagóða miðvallaran Djóna N. Joensen fyriuttan. Hann fekk ein skaða í lærkrikan undir venjing fyrr í vikuni og er úti í óásetta tíð. Spell fyri B36, tí hann var júst um at koma í dystarvenjing. Ronnie Samuelsen yvirtekur plássið hjá honum á miðjuni. Allir hinir hjá B36 eru til dystin fús.

Dystirnir millum B36 og ÍF í Gundadali eru sum oftast málríkir. Í fjør vann B36 7-2, og í 1997 var úrslitið 8-3 til havnarliðið.