Fyrstu børnini byrjað

Næstu vikurnar byrja 20 børn í Tórshavnar kommunu fyri fyrstu ferð á dagstovni. Uppíbyggingin av Býlingshúsinum Undir Fjalli er liðug og tey fyrstu børnini byrjaðu ígjár.

Býlingshúsið Undir Fjalli í Havn er nú liðugt útbygt og fyrstu børnini, ið fáa pláss á stovninum afturat, byrjaðu ígjár. Tað eru teir tríggir dreingirnir Hávarður, Páll og Jógvan Eli, ið hava gingið í vøggustovuni á stovninum, ið nú byrja í barnagarðinum. Av tí sama eru trý onnur børn sloppin inn í vøggustovuna.

Við uppíbyggingini fáa 20 børn pláss í vøggustovuni og í barnagarðinum. Stovnurin rúmar sum er 42 barnagarðsbørnum og 12 vøggustovubørnum.

Tey 20 nýggju børnini byrja ikki í senn.

- Trý byrja í hesu vikuni, síðani nøkur í næstu og aftur nøkur í aðru viku. Tá ið vit eru komin til 1. apríl eru øll 20 byrjað, sigur Maibritt Jacobsen, ið er leiðari í Býlingshúsinum Undir Fjalli.

Hóast uppíbyggingin er liðug og handverkararnir eru farnir úr húsinum eru ikki allar súðir syftar enn. Eftir er framvegis at seta heimliga dámin á nýggju hølini, hanga gardinur upp og annað smávegis fyri at seta egnan dám á.

- Tað er ikki nakað, ið hendir eftir einum degi, men so spakuliga, sigur Maibritt Jacobsen.

Útbyggingin av Býlingshúsinum Á Flat er eisini liðug og har eru 20 børn byrjað. Tíðarætlanin við nýggja stovninum Inni á Gøtu er, at hálvan apríl er byggingin liðug og eftir hálvan verða tey fyrstu børnini av teimum í alt 42 tikin inn. Eins og galdandi hevur verið við hinum stovnunum verða børnini tikin inn so við og við. Sostatt hava og fáa 82 børn í Tórshavnar kommunu pláss á stovni fyrstu mánaðirnar í hesum árinum.