Stovnaðar av hesi støð vóru bilførarar, sum høvdu havt tilknýti til Bilstøðina Auto hjá Hjørleif. Hesar vildu sleppa at standa á egnum beinum og vóru hesir:
Hans Andreas Hohannesen, hann fekk sær ein nýggjan Ford Zociac, sum var reyður og hvítur, Fø 1283, hesin varð eisinin nýttur til skúlakoyring.
Volmar Johannesen fekk sær ein brúktan Ford Zodiac, Fø 933, hesin var brúnligur og hvítur, seinni fekk hann sær ein gráan Ford Taunus, Fø 1357.
Gunnleig Poulsen fekk sær ein ford Zodiac, Før 1262, hesin var hvítur og grønur, bleiv seinni reyður,. Hetta vóru allir bilar við stórum motori, høvdu seks sylindarar.
Arni Berg, sum sjálvur hevði koyrt hýrukoyring, fekk sær ein stóran amerikanskan luxuslinara, sin Ford Fairelane. Hesin var umleið 5,10 metrar langur og 1,9 metrar breiður, grønur og hvítur. Nummarið var Fø 1161. Hesin varð seinni lakeraður svartur.
Steinbjørn Jacobsen fekk sær ein Ford Thames, Fø 1131 vøruvogn, men árið eftir keypti hann ein brúktan Mercedes 180 persónbil frá Møller Jensen, heilsølumanni og fór at koyra hýrukoyring.
Jørgen (Øgge>) Johannesen fekk sær ein Ford Thames Fø 1130 vøruvogn.
Seinni komu aðrir uppí at koyra. Millumhesar kunnu nevnast Hans Jákup Mikkelsen, Holgar Viðbjørg, Olaf Joensen, Jákup Petersen, Steinmund Klakkstein, Hjalmar Gregersen, Sigfríður Hansen, Ovi Olsen, Erlig Guðjónsson, Amund Poulsen, Andreas Johannesen, Ísak Poulsen.
Støðin flutti seinni yvir til Gunnleig Poulsen, til Eiler bakaran til hon seinni endaði uppi á Hædd. Bilst.ðin hevði telfonnummarið 5225 og koyrdi persón-, skúla-, vøru-, og rutukoyring norður um fjall.