til 1-1 miðskeiðis í 2. hálvleiki. Næstan av síðulinjuni og einar átjan metrar frá baklinjuni smekkaði hann til, og bólturin tók í handara stólpan og dygst undir samankomingini, áðrenn hann fór í málið. Kanska [...] uppstilling, og harvið var greitt, at teir ætlaðu at leggja dent á álopspartin. Tað eydnaðist eisini, men tað var ikki frítt, at tað gekk út yvir sentrala miðvøllin, har Gert Lydersen og Sverrir Kjærbo [...] avgreiddan. Súni Olsen var komin til Føroya, og upp undir finaluna ólavsøkudag skal hann venja saman við liðfeløgunum. Sunnudagin stóð hann uttanfyri vøllin og fylgdi við. Atli Gregersen stóð á dómaraseðlanum
hjá landinum. Hetta settu vit okkum fyri at gera nakað við, og í høvuðsheitum snýr hetta seg um at dagføra okkara afturúrsiglda skattastiga og høga marginalskatt soleiðis, at tað altíð loysir seg at vinna [...] størsta broytingin fer fram, og er tað markið fyri, nær í ein inntøka skal rinda hægsta skatta % (marginalskatt). Hetta markið verður flutt frá kr. 170.000 upp til 270.000 og tað merkir, at allir teir størstu [...] niðanfyristandandi talvu verður víst á, hvat ymsu bólkarnir rinda í skatti og hvussu stórur partur fer í ávíkavist landskassan og kommunukassan í 2006, roknað er við einum kommunuskatti uppá 20%. Aftast
ikki til staðar, men megna teir grønu at basa KÍF mikudagin, so er leyst og liðugt. Og verður hugt at hagtølunum millum júst KÍF og Kyndil, so er valla nøkur orsøk at halda, at Kyndil ikki skal vinna tann [...] uppgávu, tá teir sunnudagin tóku móti StÍF. Ein dystur, sum nærum pr. definitión er bæði tættur og undirhaldandi. Og hesa ferð eisini ein dystur, sum fyri Kyndil kundi at kalla staðfesta finaluluttøkuna, sum [...] skolaðu við fullari ferð, og ikki minst eydnaðist til fulnar at spæla tunt, áðrenn vengrirnir endaðu álopini. Serstakliga lá væl fyri at skora av vinstra veingi, meðan Høgni Klein og Rókur Akralíð eisini vóru
Tað kann nevnliga skjótt av aldukambinum og niður í dalin, og júst her tykist VÍF at vera í løtuni. Steðgurin er kanska júst tað, sum meistararnir hava tørv á, og so er spurningurin bara, hvør parturin hevur [...] fyrst og fremst teimum báðum útlendsku skjúttunum hjá kollfirðingum í at koma í góðar skotstøður. Vanligu krossrenningarnar vóru snøgt sagt ikki gjørligar, tí verjuleikari stóð nærum altíð fyri, og hóast [...] onkun tíð gjørdist heldur opið, men hinvegin varð hetta so væl og virðiliga vunnið aftur í álopspartinum, har serliga Hans Áki Dal-Christiansen og John Petersen dusaðu sær. Ofta einsamallir við málverjanum
inntøka, um tey av eini og hvørjari orsøk gerast sjúk. Til hetta sigur landsstýrismaðurin, at 52 persónar eru beinleiðis fevndir av grein 2 og 3 í dagpeningalógini, tí teir eru løntakarar og hava ongan rætt til [...] hava verið í Sjálvbodnu Dagpeningaskipanini í styttri og longri tíðarskeið, burturvíst úr skipanini. Í blaðnum høvdu vit viðtal við fólk, listafólk og sjálvstøðug, sum kærdu sína neyð. Hesi hava eftir b [...] forsorgarhjálp. Og tað vildi eingin teirra. Dagpeningalógin varð broytt við tí endamáli, at hon skuldi gerast ein betri skipan fyri øll. Tí kom tað óvart á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, Sámal
treytunum í øðrum londum og hava so funnið eina skipan, sum verður mett at hóska til okkara viðurskifti. Henda skipan - skilst - skal vera góð og rættvís mótvegis bæði landskassanum og oljufeløgunum. Skatturin [...] áhugavert at hugt at, hvussu samlaða oljuskatta- og avgjaldsmyndin sær út: Oljufeløgini koma at rinda 2% í framleiðslugjaldi (royalty), síðani 27% í partafelagsskatti og loksins ein serskatt, sum er í trimum stigum [...] við Foinaven, ið er uppá 250 mill. tunnur, og oljuprísurin er 17 dollarar, so kann tað geva landskassanum í mesta lagi einar 800 mill. kr. um árið ella einar 7 mia. kr. tilsamans fyri alla livitíðina, sum
Soleiðis eru FIDE-reglurnar. Talið stendur kortini, og so títt og knapt, at tú aftur er virkin, ert tú aftur á listanum. Nakrir á føroyska topp 10 listanum búgva og telva í Danmark. John Rødgaard situr á 1.borði [...] Chr. Hansen og Bogi Ziska. Hinir vóru Andrias Danielsen og Andreas Andreasen. Við slíkari manning kundi væl hent seg, at toftamenn aftur stevna móti fremstu deildini. Men Jens Christian og Bogi eru báðir [...] honum ein IM-norm, forvinnur Luitjen í alt 111 ratingstig. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft ganga eisini fram við ávíkavist tíggju og tólv stigum. Høgni tryggjaði sær sum kunnugt heitið sum altjóða meistari
Syderbø Kjelnæs er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn. Hon hevur skrivað bæði bundnan og óbundnan tekst, umframt til pall. Tvey yrkingasavn eru útkomin Rót tripp í 2012 og Opna í 2016. Í 2014 útgav [...] hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð hon tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í 2011 fekk bók [...] hóskvøldið í síðstu viku, tá Birgir Kruse hevði samrøðu við hana og Sakaris Stórá um nýggja filmin, sum tey bæði, sum ávikavist rithøvundur og filmsleikstjóri, eru í ferð við skapa. Marjun var eisini spurd
fyri næsta ár økt við 15,7 milliónum krónum í 372,1 millión krónur. Í økingini eru millum annað innroknað kostnaðurin fyri ansingarsamsýning, økisterapi, mat- og koyriskipanir og lønarframskriving. Rokna [...] hevur biðið fólk frá sínum egna aðalráði saman við fólki frá Kommufelagnum og Almannamálaráðnum seta seg saman at greina tølini og finna fram til, hvørji tøl eru røtt. – Tá eg havi fingið tølini frá teimum [...] fíggjarmálaráðharri, 31. mars almannakunngjørdi fíggjarkarmarnar fyri næsta ár, róptu kommunurnar varskó og søgdu afturberingina á 372,1 millión krónur, sum kommunurnar sambært fíggjarkørmunum skulu hava næsta
mínum í jólagávu – og hann eigi eg nú og havi hann í atelierinum hjá mær, greiðir Kári Svensson frá. Sum ungur gekk hann nógv inn til Andor Eirikstoft, sum rammaði málningar inn og hevði smærri framsýningar [...] Hann var altíð blíður, og tá eg møtti honum, so kundi hann siga, »kom inn til mín í morgin, eg havi tvær myndir hjá Ingálvi, sum eg skal ramma inn, sum eg skal vísa tær…« ##med3## Og stóra fyrimynd hansara [...] hansara var júst Ingálvur av Reyni. – Ingálvur og eg vóru sera væl. Vit sótu ofta í atelierinum hjá honum og prátaðu um list. Kári Svensson greiðir frá, at tað viðhvørt var ein kampur hjá honum at ansa eftir