Púrasta javnt í oddinum

Neistin-KÍF 47-31 (21-13):

Neistin vann stórsigur í málríkasta dystinum í ár, og við sigrinum kom havnarliðið akkurát ájavnt VÍF í oddinum


 

Hondbóltur ? menn


Tað varð tikið skemtandi til undan dystinum, at nú skuldi Neistin bara vinna við 16 málum móti kollfirðingum, so høvdu teir fatur á VÍF, sum fyrr í vikuni hevði mist stig móti hoyvíkingum.

Helst varð hetta ikki sagt, tí roknað varð við, at Neistin skuldi vinna so stórt, men tað var so júst tað, sum teir gjørdu. Seinastu løtuna hoyrdust áskoðararnir hjá heimaliðnum rópa um enn fleiri mál, men fyri fyrst mugu teir so taka til takkar við, at javnstøða er í hondbóltsoddinum.


Stórur munur

Tað skal verða sagt alt fyri eitt, at tað rættiliga skjótt var greitt, at heimamenninir ikki ætlaðu, at nakar sum helst ivi skuldi vera um, hvat var hitt betra liðið hendan dagin.

Við framfýsnum verjuspælið, sum helst var ætlað sum venjing til dystin móti VÍF, legði Neistin harðliga fyri. Hetta forðaði fyrst og fremst teimum báðum útlendsku skjúttunum hjá kollfirðingum í at koma í góðar skotstøður. Vanligu krossrenningarnar vóru snøgt sagt ikki gjørligar, tí verjuleikari stóð nærum altíð fyri, og hóast Regin Petersen og Kristian Madsen royndu, so eydnaðist ongan tíð KÍF at umskipa álopsspælið til vánaligu umstøðurnar.

Harafturat viðførdi verjuspælið, at skjótálopini í dystinum gjørdust heilt nógv í tali. 78 mál í einum dysti er øgiliga nógv, men soleiðis sum dysturin formaði seg, so mátti talan gerast um eina málríka uppliving fyri áskoðararnar, tí Neistin helt fast um leistin allan dystin.

Hetta kostaði kanska nakað í verjuni, tá tað onkun tíð gjørdist heldur opið, men hinvegin varð hetta so væl og virðiliga vunnið aftur í álopspartinum, har serliga Hans Áki Dal-Christiansen og John Petersen dusaðu sær. Ofta einsamallir við málverjanum sum úrslit av mótálopi, men eins ofta gjørdust fríspælingar gjørligar, tí KÍF ikki hevði stundir at fáa verjuna upp á pláss, og tískil vórðu yvirspældir.


Oddabrakið

Sum sagt, so viðførdi úrslitið, at Neistin nú eru fuillkomiliga javnir við VÍF í oddinum á stigatalvuni, og mett eftir dystinum er lítið at ivast í, at Neistin nú er til reiðar at dystast við oddaliðið.

Sjálvsálitið á leikarunum tykist vera í hæddini í løtuni, spæligleðin lýsir úr liðnum, og orkan tykist eisini vera til at koyra við fullari ferð í samfullar 60 minuttir. Hetta eru alt lutir, sum eru neyðugir, um meistararnir skulu basast, og í so máta er tað kanska keðiligt fyri Neistan, at dysturin varð útsettur. Eisini tí at Elmar Ósá leygardagin spældi sín seinasta dyst á hesum sinni.

Tað kann nevnliga skjótt av aldukambinum og niður í dalin, og júst her tykist VÍF at vera í løtuni. Steðgurin er kanska júst tað, sum meistararnir hava tørv á, og so er spurningurin bara, hvør parturin hevur fingið mest burtur úr hesum.


Luturin hjá KÍF

Hjá kollfirðingum er ikki stórt annað at gera, enn at leggja dystin aftur um bak. Teir møttu einum liði, sum kanska er hitt sterkasta í landinum í løtuni, og tá so Óla Christian Djurhuus eisini var leikbannaður, so var tað alla tíðina greitt, at uppgávan skuldi verða torfør.

Kollfirðingar hava tó í endaspælinum framvegis møguleika at røkka heiðursmerkjum. Tá stigini eru býtt í tvey, eru ikki fleiri enn tvey stig upp á triðja plássið, og megnar liðið á sama hátt sum í fjør at spíla seg út í endaspælinum, so skal tað als ikki útilokast, at bronsumerkini enda í Kollafirði.


Dysturin í tølum

Neistin-KÍF 47-31 (21-13)

Málskjúttar:

Neistin: Hans Áki Dal-Christiansen 12, Jacob Jónsson 9(1), Heini Joensen 9, John Petersen 8, Elmar Ósá 3, Áki Mørk 3, Ragnar Stakksund 1(1), Kári Mortensen 1, Karl O. Rasmussen 1

KÍF: Regin PEtersen 7, Kristian Madsen 5, Vagnur Johannesen 5, Iljan Topic 4, Eddie Joensen 4, Durica Tomic 3, Petur M. Poulsen 2, Jákup Dam 1(1)

Brotskøst: Neistin 2, KÍF 1

Úvísingar: Neistin 3, KÍF 3

Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Høvdu ikki nakran serligan truplan seinnapart.