Í juni kemur nýggj skaldsøga út, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað.
Tað segði hon á Móðurmálsdegnum, sum varð hildin í Nýggjustovu í Havn hóskvøldið í síðstu viku, tá Birgir Kruse hevði samrøðu við hana og Sakaris Stórá um nýggja filmin, sum tey bæði, sum ávikavist rithøvundur og filmsleikstjóri, eru í ferð við skapa.
Marjun var eisini spurd, hvønn ynskidreym hon hevur um korini hjá rithøvundum:
– Eg kundi hugsað mær, at onkur kom gav mær eina ársløn og bað meg skriva.
Birgir Kruse hevði beint frammanundan víst á, at ungdómsskaldsøgan hjá Marjuni frá 2010, »Skriva í sandin« er mest lænta bók á Námi. Tað kundi hon vera errin av, men harmaðist um, at hon ikki var komin við nakrari skaldsøgan síðani tá.
Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn. Hon hevur skrivað bæði bundnan og óbundnan tekst, umframt til pall. Tvey yrkingasavn eru útkomin Rót tripp í 2012 og Opna í 2016. Í 2014 útgav Marjun sín fyrsta sjónleik. Hann kom út sum e-bók hjá Sprotanum, og varð hann frumframførdur á Tjóðpalli Føroya í 2014.
Í 2010 gav hon út ungdómsskaldsøguna Skriva í sandin, sum vann norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum í 2011, í 2012 varð hon tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins og í 2013 Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
Í 2011 fekk bók hennara pláss í White Raven Deutsche Jugendbbibliothek, har bara tær bestu barnabøkurnar koma. Í 2008 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fyri Hvør fjalir seg røðina, sum Hanne Bjartalíð hevur myndprýtt.
Útgávur:
2000 Russiskur dansur, stuttsøga í savninum Russiskur dansur 2001 Kópakona í Mjørki í heilum
2002 Trongd, útvarpsleikur, drama
2004 Ein farri av kolvetni, stuttsøgusavn
2006 Die Kette (Ketan) í týskari týðing í stuttsøgusavninum Von Inseln weiss ich..., útgivið av
Unionsverlag
2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók
2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2
2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?
2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?
2009 Hvør fjalir seg í smúkkuskríninum?
2010 Skriva í sandin - ungdómsskaldsøga, Bókadeild Føroya Lærarafelags
2010 Skriva í sandin í Elskar - elskar ikki (Norðurlendskt stuttsøgusavn)
· 2012 Écrire dans le sable (Skriva í sandin), Jean Renaud umsetti til franskt í franska stuttsøgusavninum Nouvelles des pays nordiques sum merkir "Stuttsøgur úr Norðurlondum", éditions Reflets d’ailleurs, Clermont-Ferrand, 2011.
· 2012 Skriv i sandet, Hugin Eide umsetti til danskt, Torgard
· 2014 Skriv i sanden, í norskari týðing eftir Lars Moa, Samlaget
· 2015 Skrifa i sandinn, í íslendskari týðing, Bókaormurin
2012 Eg undrist, At týða týdningin, Allar línur spennast, Vit hava hits áður. Hesar stuttsøgurnar vóru útgivnar í Vencili 11.
2012 Rót Trip - yrkingasavn, Sprotin.
· 2014 Root Trip, týtt til enskt hevur Marita Thomsen
· 2015 Rot Tripp – Ord en route, Bokbyen Forlag, týtt til norskt hevur Lars Moa.
2014 Tóm rúm, sjónleikur, Sprotin, 978-99972-1-041-8[6][7] Leikurin varð framførdur í februar 2014 á Tjóðpalli Føroya í Havn.
2016 At the heart of a Selkie, CD, yrkingar skrivaðar til tónleikaverk sungið av Eivør Pálsdóttir[9] tónasmiður: Peter Jensen. Framført av DR Big Band[10]
2016 Opna - yrkingar, Sprotin
Heiður:
2000 - Vann stuttsøgukapping hjá Dimmalætting
2001 - Listastevna Føroya, 2. virðisløn
2002 - Listastevna Føroya, 1. virðisløn (vann)
2004 - Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2008 - Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs (vann)
2008 - Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm (vann)
2009 - Fekk 3-ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
2011 - White Raven Deutsche Jugendbbibliothek fyri Skriva í sandin (vann)
2011 - Vann Norðurlendsku barnabókavirðislønina hjá skúlabókavørðum fyri Skriva í sandin(vann)
2012 - Skriva í sandin tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins (vann ikki)
2013 - Skriva í sandin tilnevnd til Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (vann ikki)
2015 - Tann føroyska bókhandlaravirðislønin (vann)