fíggjarmálastýrinum, sigur, at enn eru samráðingarnar ongan veg komnar. Og hetta kemur púra óvart á hann, tí hann hevði væntað, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva. Men ístaðin er støðan tann, at partarnir [...] sáttmálanum sum er, at seta yvirmennirnar á nýggja skipinum í, sigur Tummas Magnussen. Vit spurdu hann eisini, sum hann heldur, at tað er langt ímillum partarnar. ? Tað mugu vit siga, at tað er. Nú hava vit havt [...] ymiska uppfatan av, hvat hesar samráðingarnar skuldu vera um, sigur Tummas Magnussen. Hava kravt 30-40% Hann sigur, at í Fíggjarmálastýrinum høvdu tey væntað, at samráðingarnar skuldu snúgva seg um, at finna
Stadheim slerdi 6?1 sigurin rimmar fastan. Kurt Mørkøre var leikbannaður, tí hann í dystinum ímóti Sandefjord fekk fimta gula kortið. Hans Fróði Hansen og Julian Johnsosn vóru allar 90 minuttirnar stuðlar á liðnum [...] ikki var við sunnudagin. Hann hevði ivaleyst verið maður fyri at skora eini tvey ella trý mál. Størsti kappingarneytin hjá Kurt um ovasta plássið á máltindinum er Jostein Flo. Hann er í álopinum hjá Strømgodset [...] Strømgodset vann 4?0, og í 2. hálvleiki skoraði Jostein Flo bæði málini. Hann er tiltikin fyri høvuðspælið, og tað var við høvdinum, at hann skoraði bæði málini. Jostein Flo hevur nú skorað 22 mál, meðan Kurt
varð hann leyslatin um middagsleitið týsdagin. Tá fingu vit fatur á honum, og hava í komandi blað eina samrøðu við hann. ? Paul Watson sigur ikki nøkrum frá ætlanum sínum, men eg rokni við, at hann liggur [...] liggur í Hetlandi ein dag. So kemur hann aftur hendavegin, sigur John Vidal. John Vidal leggur afturat, at Paul Watson ikki er ein maður, sum gevist á hond. Hóast føroysku myndugleikarnir fara at forða honum [...] honum fyri at forða føroyingum at drepa grind, ætlar hann kortini at fremja sínar atsøknir. Tað tekur góðar sekstan tímar at sigla til Hetlands, so Ocean Warrior verður neyvan aftur fyrr enn fríggjadagin
fyri Bíggjar Kommunu. Hann sigur, at í hesari milliónini, er útstykkingin ikki íroknað. Hvat hon fer at kosta, er ikki neyvt uppgjørt enn. Tað verður á komandi fíggjarætlan, sigur hann. Umframt trý fjós, [...] Bø, tí fólkið er ungt. Bøur hevur lægsta meðalaldur í Vágum, sigur Jógvan Heinesen. Hann liggur á 36,1 ári, sigur hann. Skúli er tó eingin í Bø. Bíggjar Kommuna arbeiðir saman við Sørvágs Kommunu um í fleiri [...] umbiðin. Av teimum er ein umsókn, sum hevur bíðað eina tíð, sigur Jógvan Heinesen, bygdarráðslimur í Bø. Hann sigur, at ætlandi fer vegagerðin til útstykkingina í gongd í september mánað. Tað búgva í dag knappliga
Hesin føroyingurin tosaði føroyskt, og greiddi frá ymiskum, ið hann mintist frá tí tíðini, hann búði her heima. Minnist meg rætt, hevur hann mest sum alla sína tíð búð í Danmark, hevur danska konu og børnini [...] Føroyum, tí so vóru tey oyðiløgd. Sum hann tosaði, skilti eg, at hetta var ein loysingarmaður, ein »tjóðskaparmaður«. Tað eg festi meg við, var hvussu forhánisliga hann tosaði um ymiskt, og serliga »Eysturoynna« [...] kr., fyri hvat? Var tað fyri at verða tjóðskaparsinnaður, ella sum føroyingur í útlegd ella hvat? Hann hevur so ikki lagt rygg til í Føroyum. Eg haldi, at Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, mátti sæð
ella liggur - hann á sjónum. Tað var júst hesum ein bilførari var úti fyri í Havn um vikuskiftið. Bilførarin hevði sett bilin frá sær við gamla Sjóvinnubankan og var farin í býin, men tá hann kom aftur til [...] til hann um morgunin lá hann niður við bryggjuna. Klokkan hálvgun fimm sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið. Har gjørdist [...] at leita eftir eigaramanninum. Og tá hann varð funnin var mistankin váttaður. Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu
ði og vandi saman við restini av GÍ-liðnum, ið fyrireikar seg til Europa Cup-dyst, tá hann fekk boðini um, at hann var úttikin til landsliðið, sum sunnudagin setir kós móti Sarajevo. ? Eg helt, at teir [...] tað skuldi koma so tíðliga, kom púrasta óvart á meg, sigur Sunvard. Hann er kortini ikki heilt óroyndur í altjóða fótbólti, har hann millum annað hevur vart málið hjá U18-landsliðnum. Sunvard er sera spentur [...] teir komu og søgdu mær, at eg skuldi við landsliðnum, sigur Sunvard í telefonini av Kambsdali, har hann arbeiðir. Sunvard er ein av fýra GÍ-arum í landsliðshópinum hesaferð. Ein av hinum er beiggi Sunvard
Rudi Hammer og Jan Erik Poulsen, Nólsoy, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3550 gr. 7. sept. fingu Beinta og Kaj Niclasen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3900 gr. [...] 28. aug. fingu Emily Midjord og Eirikur Poulsen, Porkeri, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4270 gr. 28. aug. fingu Heidi Poulsen og Jón Dahl Joensen, Vági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði [...] vigaði 3900 gr. 28. aug. fingu Berit Norðoy & Poul Juul Vilhelmsen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3700 gr. 1. sept. fingu Margit og Óli Johansen, Trongisvági, eina dóttur. Hon var 48
heild ógvuliga væl. Hann var sera hugtikin av tí hann sá og hoyrdi. Í Fuglafirði hoyrdi hann børnini syngja og kvøða, í Nólsoy framførdu børnini dansispæl og føroyskan dans, og hann vitjaði eisini Emil [...] Bjarnason var ógvuliga hugtikin av, hvussu frammalaga vit eru innan kunningartøkni í miðnámsskúlanum. Hann vitjaði á handils- og studentaskúlanum á Kambsdali og sá, hvussu framkomin skúlin er á økinum og hvussu [...] Emil Juul Thomsen, sum hann kendi frá síni tíð sum fjølmiðlamaður. - Tað var eisini ein sera hugtakandi løta á studentaskúlanum á Kambsdali, tá ið næmingarnir hjá Eyðuni á Lakjuni í kreativu tónleikalærugreinini
var ikki dekkaður við handara stólpan. Mirek var eisini meistari fyri næsta málinum. Hann sneiddi fleiri av, áðrenn hann sendi framvið málverjanum. Seinna umfarið var eitt korter gamalt, tá Signar á Reynatrøð [...] André Dalfoss, sum var vongverji í høgru, var skarprættari. Leirvíkingar vildu halda, at hann var rangstaddur, tá hann kom leysur í høgru, men tað hildu linjuverjin og dómarin ikki. LÍF royndi at koma afturíaftur [...] fyri, og tað var vorðið sum mál, tá Eyðun Gullok Svalbard legði teir framum. Úr 27 metrum smekkaði hann til, og bólturin sat dygst undir samankomingini. Leirvíkingar, sum høvdu avboð frá trimum stuðulsspælarum