TB kom afturíaftur

Fótbóltur, 2. deild: Hóast aftanfyri í hálvleikssteðginum móti LÍF eydnaðist tað TB at vinna 3-2

Leirvíkingar kendu ikki sína vitjunartíð, tá teir leygardagin vóru á Tvøroyri. LÍF var á odda 2-1, og tá teir eftir lítlari løtu bæði høvdu javnað og lagt seg á odda, høvdu teir tveir aðrar heilt stórar møguleikar ? annan undan hvíldini og hin eftir hvíldina. Aðru ferðina stútaði Kristian Eliasen í føvningin á málverjanum, og hina ferðina sneiddi sami maður fleiri mótstøðumenn av, kom inn um Magna Hentze og smekkaði í síðunetið, men ólukkutíð fyri leirvíkingar, so var tað í skeivu síðuna av síðunetinum.

TB legði bragdliga fyri, og tað var vorðið sum mál, tá Eyðun Gullok Svalbard legði teir framum. Úr 27 metrum smekkaði hann til, og bólturin sat dygst undir samankomingini.

Leirvíkingar, sum høvdu avboð frá trimum stuðulsspælarum, komu fyri seg, og spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um teir høvdu megnað at økt um leiðsluna til 3-1 í staðin fyri at gera sjálvmál.

38 minuttir vóru farnir, tá Mirek javnaði til 1-1. Hornaspark varð sent inn úr vinstru, og pólverjin var ikki dekkaður við handara stólpan. Mirek var eisini meistari fyri næsta málinum. Hann sneiddi fleiri av, áðrenn hann sendi framvið málverjanum.

Seinna umfarið var eitt korter gamalt, tá Signar á Reynatrøð var so óheppin at trilla bóltin framvið Trygva Olsen, sum vardi LÍF málið hesa ferð. Hann hevur ikki vant í ár, men var í málinum, tí Hallur Hansen lá sjúkur í Leirvík.

Málið gav TB, sum hevði flutt Óla Johannesen fram á miðvøllin í 2. hálvleiki, blóð á tonna. Teir trýstu nógv eina løtu, og tað hevði úrtøku við sær. André Dalfoss, sum var vongverji í høgru, var skarprættari. Leirvíkingar vildu halda, at hann var rangstaddur, tá hann kom leysur í høgru, men tað hildu linjuverjin og dómarin ikki.

LÍF royndi at koma afturíaftur, men tað eydnaðist ikki.