Tað gongur framvegis sum eftir ánni hjá Sogndal. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Strindheim, sum varð sent til hús aftur við 6?1 tapið. Støðan í hálvleikinum var 2?1, men munurin í spælbýti og møguleikum var nógv størri, enn tølini frá fyrra umfarinum benda á.
Tommy Øren setti hol á við brotssparki, tá tíggju minuttir vóru farnir, Alexander Ødegaard økti til 2?0 í 33. minutti, og tveir minuttir seinni minkaði Strindheim um munin, tá teir fingu brotsspark.
Í 2. hálvleiki fekk Sogndal fýra mál afturat. Kristian Ystaas, sum var í álopinum fyri leikbannaða Kurt Mørkøre, skoraði til 3?1 og 5?1, Alexander Ødegaard skoraði til 4?1, og Anders Stadheim slerdi 6?1 sigurin rimmar fastan.
Kurt Mørkøre var leikbannaður, tí hann í dystinum ímóti Sandefjord fekk fimta gula kortið. Hans Fróði Hansen og Julian Johnsosn vóru allar 90 minuttirnar stuðlar á liðnum hjá Sogndal.
Tað hevur verið spenningur um, um tað fór at eydnast Kurt Mørkøre at gerast toppskjútti í næstbestu deildini. Fyri tann møguleikan var tað harmuligt, at Kurt Mørkøre ikki var við sunnudagin. Hann hevði ivaleyst verið maður fyri at skora eini tvey ella trý mál.
Størsti kappingarneytin hjá Kurt um ovasta plássið á máltindinum er Jostein Flo. Hann er í álopinum hjá Strømgodset, sum er eitt pláss omanfyri Sogndal. Sunnudagin var Strømgodset á útivølli ímóti Sandefjord. Strømgodset vann 4?0, og í 2. hálvleiki skoraði Jostein Flo bæði málini. Hann er tiltikin fyri høvuðspælið, og tað var við høvdinum, at hann skoraði bæði málini. Jostein Flo hevur nú skorað 22 mál, meðan Kurt Mørkøre hevur skorað 19 mál.
22 umfør eru avgreidd. Tað eru 26 umfør tilsaman, og alt bendir framvegis á, at Sogndal eftir kappingarlok skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini.