Nýggj útstykking í Bø

Bíggjar Kommuna fer undir útstykking til eini fimm-seks nýggj sethús í bygdini. Esini verður nýggj kloakkskipan løgd um alla bygdina

Bøur:Bíggjarfólk verða fleiri í tali um stutta tíð. Kommunan fer undir nýggja útstykking oman fyri gomlu bygdina í Bø, og har sleppa eina fimm-seks nýggjar familjur at búgva. Tað standa í løtuni tvey hús á økinum, har nýggja útstykkingum verður. Hon verður so í framhaldi av teimum verandi húsunum.

Trý av stykkjunum er longu umbiðin. Av teimum er ein umsókn, sum hevur bíðað eina tíð, sigur Jógvan Heinesen, bygdarráðslimur í Bø.

Hann sigur, at ætlandi fer vegagerðin til útstykkingina í gongd í september mánað.

Tað búgva í dag knappliga 50 fólk í Bø, so nýggja útstykkingin fer at merkjast.

Bíggjar Kommuna er annars hampiliga væl fyri fíggjarliga, sigur Jógvan Heinesen, bygdarráðslimur í Bø. Men nú fara tey at brúka burtur av har úti, sigur hann. Bíggjar Kommuna er í løtuni í ferð við at leggja nýggja kloakkskipan um alla bygdina. Gamla kloakkskipanin var vorðin heldur vánalig, og valt varð tí at gera alt av nýggjum. Talan er um eitt arbeiði, sum fer at kosta út móti milliónini, sigur Jógvan Heinesen, sum hevur eftirlit við arbeiðinum fyri Bíggjar Kommunu. Hann sigur, at í hesari milliónini, er útstykkingin ikki íroknað. Hvat hon fer at kosta, er ikki neyvt uppgjørt enn. Tað verður á komandi fíggjarætlan, sigur hann.

Umframt trý fjós, eru eingi arbeiðspláss í Bø. Tó er einki arbeiðsloysi millum bíggjarfólk. Jógvan Heinesen sigur, at bíggjarfólk arbeiða aðrastaðni í oynni. Onkur er til skips. Fleiri yvirmenn. Annars eru tað fólk við fastari inntøku.

Framtíð tykist vera í Bø, tí fólkið er ungt. Bøur hevur lægsta meðalaldur í Vágum, sigur Jógvan Heinesen. Hann liggur á 36,1 ári, sigur hann.

Skúli er tó eingin í Bø. Bíggjar Kommuna arbeiðir saman við Sørvágs Kommunu um í fleiri málum, millum øðrum skúlamálum. So skúlabørnini í Bø verða koyrd til Sørvágs í skúla.