egna land, sum ikki er beinleiðis partur í stríðnum í restina av Irak í dag. Kurdarnir hava fingið sítt, shiitarnir sítt og sunniarnir koyrdir frá. Tí er tað, sum Tonny Brems Knudsen, lektari í Stjórnmálafrøði [...] USA, sum var høvuðshermegin í innrásini farið eftir Saddam og koyrt Baath stýrið frá, men hetta varð ikki gjørt. Irak bleiv sett í eina støðu, har altjóða tiltøk vóru sett í verk til tess at noyða landið [...] røði í Århus sigur, at sunniarnir hava ikki annað val enn at berjast fyri at fáa betri sømdir enn tað, sum tað er lagt upp til í dag. Uppgerð? Tonny vísir eisini á, at rættarmálið ímóti Saddam í sjálvum
Oyggjaframi marx-leninistar í Havn hevði loynilimir, sum sótu í høgum størvum. ? hann nevnir ikki at eitt blað, sum kallaðist Arbeiðið. ? hann veit ikki at ein bólkur í Havn hevði vápnaða kollvelting á skránni [...] Men tað eydnaðist ikki. Lítið nýtt ella kontroversielt úr russiskum søvnum Bent Jensen hevur ikki funnið nakað nýtt ella nakað av serligun týdningi í sovjettisku/russisku goymslunum. Í so máta er einki [...] sitið í hesi leiðslu. (Og so eru eini 10 gloymdir). Visti tú ikki frægari, og BJ dugir sum nevnt ikki at lesa Framarnar sjálvur, so kundi tú trú, at hesir allir vóru sovjett-agentar. So var ikki. Blaðið
Hann kom í fjør til Klaksvíkar at skjóta mál. Hann spældi við í seytjan dystum, men hann var plágaður av skaðum. Tað var hann eisini tíðliga í vár, men nú er hann á KÍ liðnum ? ikki í álopinum men í miðverjuni [...] málini, ikki fær spælt: ? Popczynski hevur so at siga ikki vant við í ár. Hann hevur verið á vøllinum í onkrum dysti, men hann hevur ikki verið førur fyri at spæla. Eingin er meiri harmur um hetta enn Popczynski [...] men nú hava teir í B68 saknað hann í fleiri dystum. Tá KÍ var á Svangaskarði í fjórða umfarinum 26. mai, koykti Anders fótin so mikið illa, at tað var ikki fyrrenn fríggjakvøldið í síðstu viku, at hann
til heimastýrið, og tá loynilig forarbeiði ikki kunnu vera við til at skapa rætt í demokratiskum samfelag, so var støðan í 1948 kanska ikki so galin. Men nú í 2005 eru danir slopnir alment at skriva hesa [...] ákalla grundlógina, tá teir ikki vilja politiskt. Størsti trupulleikin er kortini, at føroyingar ikki duga at vera við í hesum retoriska leiki, og tí megna teir ikki í eini samráðingarstøðu við danir at mana [...] harðræði útinna nakið vald. Í so máta er støða Danmarkar móti Føroyum ikki nakað undantak. Í staðin fyri at siga sum er, at Danmark vil fevna um Føroyar, tí Danmark sum land og tjóð ikki vil minka og verða ov
sjálvs. Hvussu er og ikki, so er væl meira framtak í hesum persóninum enn í teimum í undanfarna savninum. Nortið verður eisini við hetta ikki rættiliga at hoyra til, ikki at passa inn í gerandisætlanina, [...] søgunum tikin uppaftur. Enn einaferð veit hann ikki, hvat tey vaksnu - í hesum føri foreldrini - hava í hyggju. Sum ikki einaferð ger barnastøðan vart við seg í vaksnamannaárunum, og tí tú ongantíð ert komin [...] flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska borðið, tí hann í veruleikanum er sæddur av einum eygleiðara og ikki einum luttakara
Men, tá fóru familja og góðir vinir í holt við eina innsavning fyri at kunna gjalda lívbjargandi viðgerðina, sum henni stóð í boði í USA. Nú hava fimm mánaðir í viðgerð í USA givið úrslit, og Elisabeth Rasmussen [...] i sum eftirviðgerð, men norska heilsuverkið vil ikki rinda tær 1,5 miljónir norsku krónurnar, sum henda viðgerð kostar í USA. Tað var í januar mánaði í ár, at NRK fortaldi søguna um Elisabeth Rasmussen [...] skurðviðgerð í New York, og nú er uppgávan at fíggja eftirviðgerðina við protonstrálum. Tá NRK var í samband við Elisabeth Rasmussen í byrjanini av mai, segði hon, at samskifti millum læknarnar í New York
tinglimir úr Suðuroy, sum tá sótu í andstøðu. Hvassastu atfinningarnar komu frá Jacobi Vestergaard fyri at føðideildin í Suðuroy varð niðurløgd. Hann segði, at suðuroyingar kunnu ikki liva við, at barnakonur, og [...] føðideildin letur upp aftur, tí man kann ikki bjóða suðuroyingum sovorðnar umstøður. Men hóast tey nú sita í samgongu, hevur landsstýrismaðurin nú gjørt greitt, at hann fer ikki at lata føðideildirnar á smærru [...] aftur. Tað ger Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, greitt, nú Løgtingið fer at leggja síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár. Í hesum sambandi hevur Fíggjarnevndin spurt hann, sum nakrar
enn ein mánaði síðani at nýggjasta fiskavirki í Vági læt upp. Men higartil hevur ikki verið nógv at gjørt. Á Sancy Seafood í Vági hevur bara arbeiðið verið í umleið eina viku tilsamans, síðani virkið tók [...] tir í fríari kapping við aðrar keypararar. Tað hevur virkið gjørt higartil og tað verður eisini framtíðin Byrjaðu í ringastu tíð Ætlanin við Sancy Seafood er at skera fløk og at selja tey fesk - í høvuðsheitum [...] sløgini. Men, leggur virkisleiðarin afturat: Tað er ikki komið óvart á okkum, tí tað vistu vit av. Útlit eru ikki fyri meiri arbeiði á Sancy Seafood fyrrenn í heyst, táið marknaðurin fyri fesk fløk plagar at
meiri her: Alt siglur í skúlanum í Vestmanna Síðani er málið eisini reist í Løgtinginum, har Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvat verður [...] verður gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla, sum hon sigur. Tað varð eisini frammi, at skúlastjórin, sum varð settur í Vestmanna í fjør, var ikki tann, sum setanarnevndin hevði innstillað [...] hevur innstillað, í starv. Í allarflestu førum er raðfestingin hjá setanarnevndini fylgd, men ikki altíð. – Saman við tilmælinum fær landsstýrismaðurin alt tilfarið, sum er brúkt í setanartilgongdini
Keypmannahavn ikki er serliga áhugað í at leingja sáttmálan við Toda Jónsson, sum tískil kann rokna við at verða fríttstillaður í summar. Í løtuni er Todi nummar fimm í røðini av teimum fimm áleyparunum hjá danska [...] løgregluna. Ikki gott fyri Toda Sjálvsagt eru tað ikki góð tíðindi fyri FCK, at ítróttarstjórin í FCK sýnir slíkan atburð, men fyri Toda Jónsson eru tíðindi helst enn verri, tá ið havt verður í huga, hvørji [...] Holmstrøm og fekk sær ein bita á eini lítlari matstovu í Bergen týskvøldið, tá ið ein blaðmaður og ein myndamaður frá lokala blaðnum, Bergens Tidende, kom innar í matstovuni og spurdi, um teir kundu taka eina mynd