Tað er sum at spæla í lottarí num. Tú vinnur verri enn so altíð, men tá tú vinnur, kann talan vera um góðan vinning.
Jógvan Gregersen, sum fyri stuttum aftur kom í formanssessin í GÍ, kemur við hesi beinraknu myndini, tá vit tosa við hann um útlendsku spælararnar í føroyksum fótbólti.
Orsøkin til prátið við GÍ formannin og aðrar ábyrgdarpersónar í fótbóltinum er, at tað tær seinastu vikurnar hevur víst seg, at fleiri av útlendsku spælarunum, sum eru komnir higar at hjálpa til, ganga skaddir og tískil ikki spæla við í bestu deildini.
Sunnudagin var Krzystof Popczynski ikki á GÍ liðnum. Anders Nygaard og Marcello Marcellino eru álopsspælarar á Toftum, men hvørgin teirra var við ímóti HB. B36 hevur Julian Florescu og Din Sandu. Teir eru báðir miðvallarar, men hvørgin teirra var við ímóti NSÍ.
VB, HB og TB hava fleiri útlendskar spælarar. Marek Wierzbicki er ein av VB spælarunum. Hann hevur verið nógv skaddur í ár, og sunnudagin varð hann skiftur út, tá VB var í Gøtu.
Í EB/Streymi hava teir tveir útlendingar á liðnum, og eingin ivi er um, at Pacek og serliga Sorin Anghel hava verið góðir hjá teimum. Teir eru á liðnum hvørja ferð. NSÍ hevur ongar útlendskar spælarar. Á Skála er málverjin Eugen Voda, sum var venjari størsta partin av árinum í fjør, einasti útlendingurin. Sjálvt um Skála hevur skorað færri mál, enn tað eru farnir ígjøgnum hjá teimum, so hevur hann verið tryggur aftasti skansi í ár. Í KÍ er Alexander Djordjevic. Hann kom í fjør til Klaksvíkar at skjóta mál. Hann spældi við í seytjan dystum, men hann var plágaður av skaðum. Tað var hann eisini tíðliga í vár, men nú er hann á KÍ liðnum ? ikki í álopinum men í miðverjuni.
Trýst báðar vegir
GÍ hevur tveir útlendskar spælarar. Zdzislaw Janik ella Gidek, sum hann verður nevndur í Gøtu, er miðvallari. Hann hevur roynst sera væl. Í fjør var hann skaddur fyrsta partin av kappingarárinum, men so spældi hann fjúrtan teir seinastu dystirnar so at siga allar á tamb, og hann var hvørja ferð millum teir týdningarmiklastu. Og aftur í ár er hann millum stuðlarnar.
Undan hesum kappingarárinum varð avtala gjørd millum GÍ og Krzystof Popczynski, sum tey bæði árini frammanundan hevði verið í Vági. Í 2000 átti hann sín stóra lut í, at VB fyri fyrstu ferð nakrantíð vann FM. Men í fjør royndist tað ikki so væl. Popczynski var uppií, men tað var týðuligt, at hann var ikki serliga væl fyri. Og talan hevur verið um sama skilið í Gøtu í ár.
Jógvan Gregersen vil ikki siga, at felagið hevur keypt ein skaddan spælara, men hann ásannar, at tað er sera óheppið, at maðurin, sum tað hevur verið roknað við skal skora málini, ikki fær spælt:
? Popczynski hevur so at siga ikki vant við í ár. Hann hevur verið á vøllinum í onkrum dysti, men hann hevur ikki verið førur fyri at spæla. Eingin er meiri harmur um hetta enn Popczynski sjálvur. Vit fáa nyttu burturúr honum sum venjari í dreingjadeildini og smádreingjadeildini, har hann er ein sera góður venjari. Men tað er einki at liggja omaná, at tað er sum álopsspælari og málskjútti, at hann er komin til Gøtu. Tað veit Popczynski, og tey, sum stuðla felagið, vita, at hetta er ein spælari, sum tað hevur kostað at fingið henda vegin. Tí er væl skiljandi, um hetta kennist sum eitt trýst báðar vegir. Popczynski fær ta viðgerð, sum tað ber til at veita, og so mugu vit og hann hava tol. Hann kundi havt verið fremsti málskjúttin hjá okkum, men ein skaði í rygginum hevur havt tað við sær, at hann hyggur at, tá hinir venja og spæla. Hann verður í hvussu so er ikki tøkur hesu megin summarfrítíðina, sigur Jógvan Gregersen.
Óhapp í dystum
Fleiri brasiliumenn hava spælt fótbólt á Toftum seinastu árini. Í fyrraárið var Marcello Marcellino sera eyðsýndur, og hann skoraði nógv mál. Í fjør var hann nógv skaddur fyrsta triðingin av kappingini, og hann rakk ongantíð tað støðið, sum hann hevði havt árið frammanundan. Og í ár hevur verið heilt galið.
Marcello varð knæskaddur í venjingardysti á Eiði 10. mars. Síðani tá hevur hann so at siga ikki spælt. Undantakið var mikukvøldið í síðstu viku, tá hann royndi at spæla ímóti NSÍ. Men sunnudagin var hann ikki førur fyri at spæla ímóti HB. Hann hevur sostatt verið skaddur í eitt fjórðingsár, og hann er framvegis ikki tøkur, og harvið verður hann neyvan í dystarvenjing undan summarfritíðini.
Anders Nygaard úr Danmark vísti seg at vera málsøkin, men nú hava teir í B68 saknað hann í fleiri dystum. Tá KÍ var á Svangaskarði í fjórða umfarinum 26. mai, koykti Anders fótin so mikið illa, at tað var ikki fyrrenn fríggjakvøldið í síðstu viku, at hann var førur fyri at smárenna. Á Svangaskarði vóna teir, at hann kanska verður tøkur sunnudagin í Vági, men tað sær einki serligt út. Tá vit frættu mánakvøldið hevði hann ikki sparkað ein bólt, síðani hann varð skaddur.
? Tað kemur altíð illa við, tá spælarar fara burturfrá, tí teir eru skaddir. Hjá okkum er tað hesa ferð komið serliga illa við, at báðir teir útlendsku álopsspælararnir eru skaddir í senn. Tað er einki at ivast í, at tað hevur kostað okkum í úrtøku á vøllinum, og tað er eingin loyna, at tað kostar fíggjarliga at fáa útlendskar spælarar henda vegin. Ikki minst í ferðaseðlum og uppihaldi, ásannar Niclas Davidsen, formaður í B68.
Útlendskir og føroyskir skaðar
B36 tapti sunnudagin 3?1 á heimavølli ímóti NSÍ. B36 formaðurin, Kristian á Neystabø, vil ikki siga, at tapið stóðst orsaka av skaddum spælarum:
? Okkara spælarar gjørdu ov nógv stór persónlig mistøk, og NSÍ skal hava rós fyri, at teir vóru góðir at fáa úrtøku burturúr okkara mistøkum. Tá tað er sagt, so má eg leggja afturat, at vit hava verið sjáldsama nógv plágaðir av skaðum í ár. Báðir teir útlendsku spælararnir hava verið skaddir. Teir eru tilkomnir og kanska tað kundi verið orsøkin, men vit hava eisini fleiri ungar skaddar spælarar, og teir kunnu ikki skrásetast á tí kontoini, heldur Kristian á Neystabø, og sipar eitt nú til Niels Joensen, Áka Mørk og Klæmint Matras.
B36 formaðurin gongur ikki inn uppá, at útlendsku spælararnir kosta nakað serligt fyri felagið, og at tað tískil er størri trýst fyri at fáa teir klárar aftur:
? Vit rinda ikki nakað serligt fyri útlendsku spælararnar. Teir eru komnir til okkara. Teir arbeiða og spæla fótbólt. Julian Florescu hevur havt ilt við at sleppa upp í part á besta liðnum. Skaðarnir hava gjørt, at fyritreytirnar hjá honum at stríða seg á besta liðið hava ikki verið tær bestu.
Umstøðurnar
Allir tríggir formenninir, sum vit hava tosað við, eru samdir í, at tað kann væl hugsast, at umstøðurnar í Føroyum kunnu vera ein partur av frágreiðingini til, at útlendskir spælarar hava verið so nógv skaddir.
? Fleiri av spælarunum eru rættuliga tilkomnir, tá teir koma henda vegin. Tað vil siga, at teir eru farnir um besta fótbóltsaldurin. Men harvið er ikki sagt, at teir ikki kunnu vera til gagn í føroyskum fótbólti. Tað hava vit fleiri ferðir sæð, og vit síggja tað framvegis. Hin síðan av sakini er, at teir eru vanir at spæla á grasi, og at teir kanska eisini eru vanir við at hvíla meiri. Í Føroyum er tað soleiðis, at teir flestu útlendingarnir arbeiða við síðuna av fótbótsspælinum, heldur Jógvan Gregersen.
Og Kristian á Neystabø leggur afturat:
? Eg haldi meg minnast, at núverandi venjarin hjá okkum, Piotr Krakowski, var ofta skaðaplágaður, tá hann kom til B71 fyri nú nógvum árum síðani. Tað er einki at ivast í, at graslíkið og umstøðurnar annars spældu inn hjá honum, og soleiðis er tað framvegis. Men eg haldi, at skaðastøðan hjá okkum í løtuni sigur okkum, at tær nýtist ikki at vera útlendingur og at teljast millum eldru spælararnar fyri at vera á skaðalistanum. Men eg skilji væl, at tað kemur illa við hjá teimum, sum hava fingið útlendingar henda vegin at skjóta mál, og so hesir ikki fáa spælt.
Og harvið kunnu vit venda aftur til orðini hjá GÍ formanninum um, at fótbóltur er sum eitt lottarí.