Einaferð aftrat, Føroyar í Kalda Krígnum

? ella Spión-rapport uttan spiónir?

Rolf Guttesen
?????????????

Bent Jensen hevur latið eitt valaverk úr hondum. Hann fekk eina uppgávu frá fullveldis-landsstýrinum við Annfinni Kallsberg (næstan) á odda, at skriva eitt álit um Føroyar í Kalda Krígnum, sæð úr einum sovjettiskum sjónarvinkli. Hvørja strategi hevði Sovjett, og hvat gjørdu teir fyri at fremja síni áhugamál, og hvørji vóru hesi áhugamál

Sum søgumaður við serkunnleika um Sovjett og Kalda kríggið dugir og veit Bent Jensen nøkur ting, men hansara metoda hevur bæði sterkar og veikar síður. Men meira um hetta seinni. Tann politiski baktankin hjá Fólkafloksmonnum og Óla Breckmann var at fáa Bent Jensen, sum áður hevur grópað í sovjettiskum skjalasøvnum, at finna prógv fyri at ávísir føroyingar høvdu verið njósnarar fyri Sovjett. Tað kundi brúkast til at spilla fólk út, soleiðis sum gentlemaðurin var vanur at gera í Dagblaðnum. Men tað eydnaðist ikki.
Lítið nýtt ella kontroversielt úr russiskum søvnum
Bent Jensen hevur ikki funnið nakað nýtt ella nakað av serligun týdningi í sovjettisku/russisku goymslunum. Í so máta er einki komið fram, sum ikki frammanundan var vanlig vitan. Ella var tað, sum man kundi hugsa sær til, at so mátti tað vera. Nato og Warszawa-samgongan vóru andstøðingar, kríggj kundi bresta á, partarnir vóru dubbaðir til bardaga, teir hildu eyga við hvørjum øðrum. Tað er eisini gott samsvar millum tey nýggju skjølini, og tað sum fyrr hevur verið almannagjørt av sovjettiskum tilfari, so størri loyndarmál eru í so máta ikki avdúkaði.
Tað nýggja sum verður lagt fram
Tað sum er nýtt og av stórum týdningi er, at hann hevur fingið atgongd til donsk skjøl, úr Forsvars- og Udenrigsministeriet eins og FE sum er Forsvarets efterretningstjeneste. Men lat tað verð sligið fast, Føroyar høvdu at kalla ongan týdning. "Skiftende danske regeringer og ledende embedsmænd i militære og civile institutioner kan dog ikke have opfattet situationen på Færøerne som særlig faretruende". Hvørgin av teim donsku loynitænastunum, FE ella PET, høvdu "en eneste fast medarbejder" í Føroyum.
Veikleikar í framferðarháttinum
Tann sterka síðan hjá BJ er at hava funnið hesa rúgvu av skjølum fram, serliga úr donskum søvnum. Veikleikin er, at hann at kalla bert brúkar tað, sum liggur har, tvs. tað sum Ríkisumboðið, millum aðrar, hevur savnad, umsett og sent niður. Hann BJ dugir ikki at lesa føroyskt, og hevur sostatt ikki lisið gamla blaðið Framan, sum spælir eina rættiliga stóra rollu. Tí hevur hann ikki møguleika at meta um heildina, kontekstin, men refererar bert sekundakelduna. Og hann hevur ikki givið sær stundir at fara at tossa við fólk, sum enn eru á lívi, og sum í dag helst ikki hava nakað at fjala.
"Medlem af Framins kollektive ledelse"
At døma eftir tí plássi tað fær, og rúgvan av persónum sum verða nevndir vid navni, skuldi man trúð, at blaðið Framin, sum kom út frá 1963 til 1982, hevur verið tað farligasta sum kundi uppdrívast, tá tað galt subversivt (undirgravandi) virksemi. 20 persónar hava sitið í hesi leiðslu. (Og so eru eini 10 gloymdir). Visti tú ikki frægari, og BJ dugir sum nevnt ikki at lesa Framarnar sjálvur, so kundi tú trú, at hesir allir vóru sovjett-agentar. So var ikki.
Blaðið skrivar mest um føroysk viðurskifti og politikk. Og tað var marxistisk, tað var eingin loyna. Men tað var ikki nøkur "DKP-forening". Til henda pástand brúkar Bent Jensen ein ókendan týskan blaðmann, Henning von Löwis, sum dokumentatión. Von Löwis verður kallaður færøekspert, javel.
Av teim meira enn 100 limunum, høvdu kanska 2-3-4 nakað samband við DKP ella studentafelagið Komm.S. Tað løgna í skrivingini um "Føroyskar Sosialistar" er, at BJ bert nevnir blaðnevndina, og ikki veit nakað um stjórnina, sjálvt um tað er nevnt oftani í blaðnum. Men annars hevur eingin FS-limur, mær vitandi, gjørt nakað ólógligt, havt samband við sovjettiskar agentar ella á annan hátt njósnast.
Nógv annað er gloymt
Á summum økjum er BJ kønur í smálutum, og tykist at fanga alt, bert tað hevur ein reyðan dám. Í øðrum førum er hann púra óvitandi. Tað er tí hann er søgumaður, sum bert brúkar dokumentar-metoduna. Tað vil siga, um ikki nakað skjal hjá FE ella PET ella KGB nevnir tað, so er tað slett ikki til. BJ kundi farið út til fólk og spurt aðrar enn Óla Breckmann, sum helst er blivin nakað gloymskur.
? Hann kennir einki til Komm.Ú. (kommunistiskar útisetar)
? hann veit ikki at Oyggjaframi marx-leninistar í Havn hevði loynilimir, sum sótu í høgum størvum.
? hann nevnir ikki at eitt blað, sum kallaðist Arbeiðið.
? hann veit ikki at ein bólkur í Havn hevði vápnaða kollvelting á skránni.
Men kanska mistaki eg meg, og BJ hevur ikki flokkað hesar sum "reyðar". Høvdu teir í veruleikanum kanska ein annan lit?
Tær sterku síðurnar
Tað, sum er fortjenastan hjá BJ, er at seta Føroyar inn á rætta stað, søguliga og militer-strategiskt. Tað lýsir hann klárt við einum stuttum sitati úr tí sovjettiska Militært Leksikon: " USA og Nato udnytter Færøerne til kontrol med den militære søfart i Nordatlanten og til at overvåge luftrummet i Atlanterhavets nordøstlige del" (p. 21). Hevði tað komið til kríggj, vildi Sovjett royna at pacificera (oyðileggja) tær militeru installatiónirnar í Føroyum.
Av serligum áhuga er at lesa, hvussu BJ gjøgnum sovjettiskt skjalatilfar vísir á tey bretsku áhugamálini, ikke bert militert, men eisini politiskt. Longu í februar 1945, áðrenn kríggið var endað, verður skrivað "at de englændere, som sidder på Færøerne i betydelig grad har stimuleret udviklingen af den færøske separatistbevægelse." Og tá sama rapport umtalar møguleikan av at Føroyar velja loysing, so skriva teir "sjálvstøðugar" í gásaeygum, tí "Færøerne reelt ville befinde sig i Storbritanniens faste greb" (p 61). Bretskir hermenn vóru í Føroyum nógv longri enn sovjettiskar eindir vóru á Bornholm.
Tann veruligi vandin, sum skapti panikk
Sjálvt um Sovjett onkuntíð fegnast um at tað eisini funnust marxistar, sosialistar ella kommunistar av ymsum slag í Føroyum, so er hetta ikki tað sum skakar Nato og donsku myndugleikarnar. Teir vóru so fáir og meinaleysir og reelt uttan ávirkan.
Tann stóri vandin tykist at liggja í tí, at føroyska vinnulívið og Landsstýrið gjarna vildi hava eitt vinnuligt-praktiskt samstarv við russar. So vitjaninar hjá føroyskum politikarum og vinnulívsmonnum í Moskva og Isjkov, fiskimálaráðharra, í Føroyum, vóru um at skapa panikk. Á eini messu í Leningrad var beinleiðis samband millum Heðin Klein og russar, "hvilket ikke huede den danske ambassade i Moskva" (p 91). Umvælingin av russiskum skipum á Skála var sera illa dámt í Nato.
Hvat kundi hent?
Kommandørkaptajn Madsen, ovasti á Færøernes Kommando fyrst í 50' árunum, metti støðuna so, at Sovjett ikki í krígstíð vildi "besætte Færøerne permanent, hertil var øernes position for isoleret. Men det kunne være i militær sovjettisk interesse ved en lynaktion at tilintetgøre færøske havne og andre anlæg", (p 93-94). Seinni tá støðirnar í Mjørkadali og á Sornfelli koma aftrat (ikki Núgvan og Skæling, sum nevnt verður á p 103), var hildið møguligt, at atomvápn kundu hugsast móti hesum støðum. Hetta er metingin hjá FE í fleiri rapportum um "trusselsbilledet", sum teir gera umleið annað hvørt árið, frá 1969 til 1989.
Nakrar niðurstøður
Niðurstøðan hjá Bent Jensen er. " Sovjetunionen anlagde et realistisk syn på Færøerne og Danmark. Moskva var på den ene side på det rene med, at Danmark ikke selv ville kunne forsvare Færøerne (og Grønland), og heller ikke i stand til at forhindre Færøernes løsrivelse. Spørgsmålet for Sovjetunionen var, om det ville være i sovjetisk interesse, at Færøerne løsrev sig fra rigsfællesskabet" (p 158). Moskva ynskti ikki eina føroyska loysing, tí landið vildi verða í "afhængighed af de store og stærke vestmagter, Storbritannien og USA" (p 158).
Og sjálvir hava føroyingar ikki í nýggjari tíð rætt hond frá síðu á tí hernaðarliga økinum. "Færingerne som nation bidrog ikke til det militære forsvar af Færøerne, og der var ikke stationeret hverken danske eller allierede forsvarsstyrker på øerne (Færøerne som paradoks, 167-168). Men nógv orka er farin til at grenja um, hvussu nógv Danmark hevur tjent uppá Nato-støðirnar í Føroyum. BJ heldur at støðan hevur "aflastet Danmark", men eisini at "Færøerne fik klart økonomisk udbytte af de militære anlæg".
Sjálvt um Bent Jensen politiskt er bæði konservativur og ímóti øllum sosialistiksum og sosialdemokratiskum, so meini eg at hann skal takast í álvara, og lesast kritiskt. Tann militer-strategiska vitanin og hugsanin í Føroyum koyrir enn mest á einum støði, har Tarzan í frumskógini og Robin Hood eru fyrimyndirnar.