Royna at bøta um trivnaðin í skúlanum í Vestmanna

Skúlastjórin fekk ikki eina blíða byrjan, og tað hevur uttan iva ávirkað allar partar, heldur Jenis av Rana

Nú verða tiltøk sett í verk fyri at menna trivnaðin í skúlanum í Vestmanna. Sum vit skrivaðu fyri summarferiuna, hava 18 og 26 lærarum skrivað undir tað, tey sjálvi kalla eitt neyðarróp, tí støðan á skúlanum er so vánalig, at tey hava brúk fyri einum bjargingarbelti, sum tey orða seg.

 

Les meiri her: Alt siglur í skúlanum í Vestmanna

 

Síðani er málið eisini reist í Løgtinginum, har Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvat verður gjørt fyri at loysa ótolandi støðuna í Vestmanna skúla, sum hon sigur. Tað varð eisini frammi, at skúlastjórin, sum varð settur í Vestmanna í fjør, var ikki tann, sum setanarnevndin hevði innstillað sum nummar eitt.

 

Jenis av Rana sigur, at nýggi skúlastjórin fekk ikki eina blíða byrjan, tí starvssetanin fekk nógva umrøðu og hann heldur, at hetta hevur ávirkað allar partar. Undirvísingarstýrið hevur alla tíðina havt regluligt samskifti við skúlastjóran og hevur veitt skúlastjóranum ráðgeving í starvinum, eisini viðvíkjandi starvsfólkaviðurskiftum, sigur Jenis av Rana.

 

Harumframt hevur skúlin eisini fingið játtan til tveir ráðleggingardagar í heyst til at menna trivnaðin í skúlanum og samansjóða starvsfólkini, og starvsfólkapolitikkur verður eisini ein partur av tí. Samstundis verður ein framhaldandi ætlan løgd um, hvussu arbeitt verður víðari við trivnaðartilgongdini í skúlanum. Ætlanin er, at skúlin fær serkøna ráðgeving til at skipa ráðleggingardagarnar.

 

Annars er Jenis av Rana ikki við upp á, at hann hevur sett tilmælið hjá setanarnevndini til viks, tí hann sigur, at hann hevur sett ein av umsøkjarunum, sum vórðu innstillaðir. Setanarnevndin innstillaði tríggjar umsøkjarar. Umsøkjararnir vórðu raðfestir í tí raðfylgju, sum setanarnevndin helt, at teir best luku treytirnar til starvið. Landsstýrismaðurin valdi ein av innstillaðu umsøkjarunum, men ikki tann, sum setanarnevndin raðfesti sum nummar eitt til starvið, sigur Jenis av Rana. Hann sigur, at hann hevur altíð sett ein av umsøkjarunum, sum setanarnevndin hevur innstillað, í starv. Í allarflestu førum er raðfestingin hjá setanarnevndini fylgd, men ikki altíð.

 

– Saman við tilmælinum fær landsstýrismaðurin alt tilfarið, sum er brúkt í setanartilgongdini, sigur Jenis av Rana. Við grundarlagi í tilmælinum, og øllum tilfarinum annars, hevur hann so gjørt sínar egnu metingar um, hvør er best egnaður til starvið í hvørjum einstøkum føri. Tað er ikki altíð at setanarnevndin raðfestir øll viðurskifti á sama hátt sum landsstýrismaðurin, sigur Jenis av Rana.