fólki til at keypa virki, sum tey vita, at tey ikki fáa nógv mikið av rávøru til. Tað ræður um at gera greitt, at tann, sum keypir eitt virki, skal eisini fyrireika seg upp á at hava ráð til at løna fólki [...] hugsar um. Hann staðfestir, at hann fer ikki at kollvelta skipanina upp á nakrar mánaðir. Men hann heldur, at nú virkini hjá Fiskavirking verða seld, er neyðugt at gera greitt, at fiskavirkisskipanin verður [...] Rana staðfestu, at einasta loysnin er, at flakafólk fáa eina fastlønarskipan og tað eigur politiska skipanin og partarnir á arbeiðsmarknaðinum at slóða fyri. Bjarni Djurolm staðfestir, at fiskavirkisskipanin
Løgtingið at samtykkja uppskotið, sum nú liggur í tinginum um at bannað ungum undir 18 ár at fara í solarium. Alheims heilsustovnurin WHO, hevur staðfest, at tað er líka krabbameinselvandi at sóla sær, [...] stongt síni solarium. Tað hava tey gjørt, tí tey meta, at tað er í andsøgn við teirra boðskap um at vera heilsufremjandi, at bjóða teimum vitjandi at sleppa í solarium. Men í Føroyum verður hetta als ikki [...] áhaldandi kunning um, hvussu vit skilabest njóta sólina og at vit ikki eiga at fara í solarium. - Tað er ikki nóg mikið at banna ungum undir 18 ár at fara í Solarium, men tað hevði verið eitt greitt signal
hava at vita, um ætlanin er at gera nakað við trupulleikan. Kári P. Højgaard vísir á, at nógv, sum byggja hús, hava stór byggilán, og tey hava ikki væntað, at fortreytirnar fyri láninum fóru at verða [...] hann ikki heldur, at tað hevur verið undir skeivum fortreytum, at fleiri fólk hava tikið lán til sethús.? Hann sipar til, at fyri hálvum øðrum árum síðani vórðu treytirnar fyri at fáa rentustuðul [...] herdar, so at ein skuldi búgva í húsunum fyri at fáa rentustuðul.? Endamálið var at forða fyri spekulatión, so at somu fólk ikki kundu fáa rentustuðul til fleiri hús.? Men tað eru eisini tey, sum
sum bendir á, at krøvini fara at verða herd. Tí eiga vit at smíða meðan jarnið er heitt! Ein av fyrstu døgunum verður eykajáttanarlóg løgd fyri Løgtingið, sum fer at gera tað møguligt at taka nýggju T [...] Útbúgvingar á bachelorstigi eru at meta sum hægri lestur. Tí skal miðnámsútbúgving til fyri at sleppa inn. Higartil hevur borið til at sleppa at lesa til skipsførara við víðkaðari fráfaringarroynd fólkaskúlans [...] . Hugsi heldur ikki at nakar man halda tað verða skilagott at lata tey, sum í framtíðini fara at taka skiparaprógv í Klaksvík, endað í einum blindtarmi, har ikki slepst víðari. At útflyta næmingar er heldur
bíðilista eftir at fáa viðgerð hjá psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum – og bíðtíðin er hálvtannað ár. Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum sigur, at hetta hevur fingið fleiri foreldur at tala at tí hetta [...] fyri familjurnar at fáa hjálp skjótt, og tí eigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at seta øll segl fyri at fáa bíðitíðina niður, sigur hon. Hon vísir á, at landsstýrismaðurin [...] Tí síggja vit, at trupuleikarnir veksur, hóast nógv verður gjørt, og nógvir pengar brúktir, leggur hon afturat. Hon sigur, at tað, sum krevst, er, at vit fáa eina heildarætlan, og at øll trý aðalráðini
skriv um málið, visti KvF at siga. Tað var serliga í samband við ætlanina at lutaíbúðir í Vági, at Tom Silvurdal skuldsetti stjóran fyri at bróta lógina. Eitt nú førdi hann fram, at eingin sáttmáli var um [...] eisini afturat, at hon helt ikki, at nøkur orsøk var til at gera meiri við málið. Sirið Stenberg vísti á, at talan var um álvarsligar ákærur ímóti navngivnum fólkum og hon undraðist á, at alt heldur fram [...] vísir seg, at ákærurnar eru ósannar. Høgni Hoydal sigur, at tað er ómetaliga álvarsligt, at ein stýrislimur kann halda fram í stýrinum eftir at hava sett so grovar skuldsetingar fram – uttan at hald var
sigur, at ein máti at finna eina varðandi loysn, er at gera tey til tænastumannalíknandi starvsfólk so at tey ikki kunnu fara í verkfall – men so eiga tey eisini at fáa eitt lønarúskoyti fyri at siga v [...] í arbeiðsmarknaðarmálum um at geva Almannaverkinum rætt til at gera av, hvørji undan skulu gerast frá verkfallinum á stovnum undir Almannaverkinum so at tað slepst undan, at lív og heilsa verður sett í [...] í samgonguni føra fram, at einasta endamál við uppskotinum er at verja viðskiftafólkið hjá Almannaverkinum, tí tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri tey. Ført er fram, at fólk eru løgd inn á sjúkrahúsið
Pedagogfelag hevur í dag boðað Semingsstovninum frá, at vit vraka semingsuppskotið. Felagið sigur, at orsøkin er, at semingsuppskotið »ikki vísir ein vilja at loysa stóru avbjóðingarnar við starvsfólkatroti [...] nøktandi arbeiðsumstøður, soleiðis at starvsfólk ikki kenna seg noydd at gevast, og soleiðis at ung fólk fáa hug at gerast námsfrøðingar. Arbeiðsumstøðurnar hava fylt nógv í allari tilgongdini, eisini nú [...] ger einki fyri at bøta um umstøðurnar. Heldur ikki fíggjarligi parturin er nøktandi. Vit máttu tí staðfesta, at um vit veruliga vilja, at fólk skulu velja námsfrøðina til, ber ikki til at góðtaka uppskotið
kærustovnur og fyri at styrkja rættarstøðuna hjá børnunum, er ætlanin eisini at víðka heimildirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni til eisini at umfata børn. Annika Olsen sigur, at lógin um at víðka heimildirnar [...] vissar um, at tað merkir ikki, at málið er slept, tí tað verður lagt fram aftur í heyst. Orsøkin til, at tað ikki er avgreitt í vár, er ikki ósemja, staðfestir hon. Orsøkin er heilt einfalt, at samstundis [...] sum ætlanin er at skipa eitt Barnaumboð og eitt Barnaráð, er ætlanin somuleiðis at broyta lógina fyri Løgtingins Umboðsmann, so at hann eisini kann viðgera kærur frá børnum, samstundi sum at hann skal hava
rættiliga væl at forða fyri, at ung fara at roykja. Til heystar fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einum fundi fyri umboð fyri Kommunufelagnum og skúlum at eggja øðrum plássum í landinum til at taka hetta [...] eggjaðir til at royna at leggja av í ein dag. Hvørt ár eydnast tað milliónum av fólki at leggja av uttan stórvegis hóvasták. Fólkaheilsuráðið hevur útarbeitt nøkur góð ráð til tey, sum kundu hugsa sær at lagt [...] lagt av, og tað ber til at fara inn á heimasíðuna at lesa hesi ráðini. Heimasíðan eitur www.folkaheilsa.fo. Eitt gott hugskot er at gera heimið roykfrítt. Tað er ein lættur máti at verja børn móti passivari