Tað almenna er ein vánalig fyrimynd

- Tað er margháttligt, at tað er púra frítt at brúka solarium í Føroyum. Men tað almenna gongur undan sum ein vánalig fyrimynd. Tað heldur Krabbameinsfelagið.

Sum vit skriva aðrastaðni á Portalinum, vil Krabbameinsfelagið hava Løgtingið at samtykkja uppskotið, sum nú liggur í tinginum um at bannað ungum undir 18 ár at fara í solarium.

Alheims heilsustovnurin WHO, hevur staðfest, at tað er líka krabbameinselvandi at sóla sær, eisini í solarium, sum tað er at roykja ella at anda aspest niður í seg.

- Tá ið tað økir so nógv um vandan fyri álvarsomum húðkrabbameini og móðurmerkjakrabbameini, er tað undarligt, at ongar avmarkingar eru í Føroyum yvirhøvur, sigur Krabbameinsfelagið.

Í øðrum londum hava tey tikið trupulleikan í størri álvara, tí fleiri lond hava bannað ungum at fara í solarium og í fleiri øðrum londum er málið til viðgerðar.

Men tað eru eisini dømi um, at venjingarmiðstøðir uttanlands, og enntá heilar fitness-ketur, av sínum eintingum, hava tikið avleiðingina av boðskapinum hjá WHO, og hava stongt síni solarium.

Tað hava tey gjørt, tí tey meta, at tað er í andsøgn við teirra boðskap um at vera heilsufremjandi, at bjóða teimum vitjandi at sleppa í solarium.

Men í Føroyum verður hetta als ikki tikið í sama stóra álvara.

- Føroyskir unglingar kunnu enntá fara í almennar svimjihallir at leggja seg undir solarium, staðfestir Krabbameinsfelagið.

- So nakað signal frá myndugleikans síðu er ikki at hóma sum er, leggur felagið afturat.

Krabbameinsfelagið sigur, at skal hetta gerast ein verulig sólskinssøga, er neyðugt við áhaldandi kunning um, hvussu vit skilabest njóta sólina og at vit ikki eiga at fara í solarium.

- Tað er ikki nóg mikið at banna ungum undir 18 ár at fara í Solarium, men tað hevði verið eitt greitt signal bæði til tey ungu og teirra foreldur, sigur Krabbameinsfelagið.