Sambært WHO er »tubbak høvuðsdeyðsatvoldin í heiminum. Tað er einasta brúkaravøra, ið drepur, tá hon verður brúkt. Tubbak drepur upp móti 50% av brúkarunum. Ágrýtin eggjar tubbaksídnaðurin ungfólki til at royna hetta ógvuliga vanaelvandi evni, ið ein lættliga kann gerast bundin at alt lívið«.
Evnið á roykfría degnum er »Tubbaksfríur ungdómur«. Fólkaheilsuráðið skipar fyri fleiri tiltøkum hendan dagin. Ein teknikapping fyri børn og ung upp til 14 ár hevur verið vikurnar fyri 31. mai, og vinnararnir eru kosnir. Eisini hevur vikublaðið í saman við Fólklaheilsuráðnum stuðlað eini spurnarkapping, og vinnarin var kosin í gjár.
Tey seinastu mongu árini hevur tað eydnast Klaksvík rættiliga væl at forða fyri, at ung fara at roykja. Til heystar fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einum fundi fyri umboð fyri Kommunufelagnum og skúlum at eggja øðrum plássum í landinum til at taka hetta góða úrslit til sín.
Roykikanning
Hvat kunnu fólk so gera?
Roykjarar verða eggjaðir til at royna at leggja av í ein dag. Hvørt ár eydnast tað milliónum av fólki at leggja av uttan stórvegis hóvasták. Fólkaheilsuráðið hevur útarbeitt nøkur góð ráð til tey, sum kundu hugsa sær at lagt av, og tað ber til at fara inn á heimasíðuna at lesa hesi ráðini. Heimasíðan eitur www.folkaheilsa.fo.
Eitt gott hugskot er at gera heimið roykfrítt. Tað er ein lættur máti at verja børn móti passivari royking. Men roykfrí heim eru ikki bert góð fyri heilsuna hjá børnum og ikki-roykjarum. Kanningar vísa, at børn, sum búgva í roykfríum heimum, fara helst ongantíð at roykja. Tøl úr Klaksvík vísa eisini, at so er.
Eitt roykfrítt heim hjálpir eisini roykjarum. Kanningar vísa, at roykjarar stremba meiri eftir at leggja av at roykja, um teir búgva í einum roykfríum heimi. Til ber at síggja meiri um hesar kanningar á omanfyri nevndu heimasíðu.










