Eitt ára skipsføraraútbúgving neyðug

Stendur tað til landsstýriskvinnuna í mentamálum, verða maritimu útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum í næstum lyftar á bachelorstig. Tað fer at hava við sær, at upptøkutreytirnar hjá lesandi fara at broytast grundleggjandi.

Útbúgvingar á bachelorstigi eru at meta sum hægri lestur. Tí skal miðnámsútbúgving til fyri at sleppa inn.
Higartil hevur borið til at sleppa at lesa til skipsførara við víðkaðari fráfaringarroynd fólkaskúlans og skiparaútbúgving sum útgangsstøði. Bara ein lítil partur av næmingunum, sum hava gingið og ganga á Vinnuháskúlanum í dag hava miðnámsútbúgving.
Fyritreytirnar hjá teimum, sum fara at lesa til skipsførara vera tí munandi broyttar, um bachelortilboðið hjá landsstýriskvinnuni fer at standa einsamalt.
Vegurin upp á brúnna á stórum skipi gerst nógv longri við nýggju skipanini. Somuleiðis fara tey, ið hava skiparaútbúgving, ikki at sleppa beinleiðis á skipsføraraskúlan, tí miðnám skal til.
Maritimu útbúgvingarnar í Klaksvík útbyggjast
Hugsi ikki, at landsstýriskvinnan hevur í hyggju at spenna bein fyri sjófólki, sum eru farin ung á sjógvin og seinni ætla sær á sjómansskúla. Hugsi heldur ikki at nakar man halda tað verða skilagott at lata tey, sum í framtíðini fara at taka skiparaprógv í Klaksvík, endað í einum blindtarmi, har ikki slepst víðari.
At útflyta næmingar er heldur eingi loysn!
Tí fari eg at skjóta upp at skipa eina eitt ára skipsføraraútbúgving í matitima deplinum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, samstundis sum bachelorútbúgvingarnar verða sjósettar.
Í Marstal ber til at gerast skipsførari eftir einum ári, um tú ert skipari frammanundan. Útbúgvingin er góðkend umvegis STCW sáttmálan hjá IMO. Og sambært fólki við góðum innliti í altjóða sjóvinnu er einki, sum bendir á, at krøvini fara at verða herd.
Tí eiga vit at smíða meðan jarnið er heitt!
Ein av fyrstu døgunum verður eykajáttanarlóg løgd fyri Løgtingið, sum fer at gera tað møguligt at taka nýggju Trygdarmiðstøðina í Klaksvík í nýtslu. Í sama bygningi fara skiparar eisini at húsast.
Tað er tí upplagt at útbyggja útbúgvingartilboðini á skúlanum við eini eitt ára skipsføraraútbúgving!