Áki D. Samuelsen var á vøllinum í 74 minuttir, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim á EXTRA leikvøllinum í Tróndheimi leiktu javnt 0-0 móti Moss.
Áki og liðfelagarnir høvdu nóg mikið av málmøguleikum til at vinna heimadystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, men teir tóku ikki av.
Ranheim er nummar fýra í deildini við 27 stigum fyri 17 dystir. Teir hava sjey stig upp til annað plássið, ið gevur beinleiðis uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.
Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Ranheim dyst á útivølli móti Lyn Oslo.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Moss 0-0. Áki sæst í nógvum álopsstøðum hjá Ranheim:
##med2##