Í kvøld var fyrsta umfarið leikt í ovara endaspælinum í Betrideildini hjá kvinnum.
Á ovara vølli í Gundadali eydnaðist tað KÍ at vinna 1-0 á HB. Maria Vinjardsdóttir Johansen skoraði sigursmálið í 12. minutti. KÍ hevði sambært dystir.fo væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann NSÍ 1-0 á Víkingi. Brá Zakariasardóttir (myndin) skoraði sigursmálið í 63. minutti.
Í oddinum hava bæði KÍ og NSÍ 39 stig hvør. KÍ hevur tó betri málmun. HB hevur 31 stig og Víkingur hevur 28 stig.
Komandi sunnudag spæla NSÍ og HB dyst við Løkin í Runavík. Komandi mikukvøld møtast KÍ og Víkingur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Í ovara endaspælinum hittast liðini tríggjar ferðir.
HB-KÍ 0-1 (0-1)
0-1 Maria Vinjardsdóttir Johansen (12.)
Víkingur-NSÍ 0-1 (0-0)
0-1 Brá Zakariasardóttir (63.)
Kelda: dystir.fo