Nú spyr hann landsstýrismannin í fíggjarmálum, um hann ikki heldur, at tað hevur verið undir skeivum fortreytum, at fleiri fólk hava tikið lán til sethús.?
Hann sipar til, at fyri hálvum øðrum árum síðani vórðu treytirnar fyri at fáa rentustuðul herdar, so at ein skuldi búgva í húsunum fyri at fáa rentustuðul.?
Endamálið var at forða fyri spekulatión, so at somu fólk ikki kundu fáa rentustuðul til fleiri hús.?
Men tað eru eisini tey, sum hava tikið byggilán við tí í væntu, at tey fóru at fáa rentustuðul.? Men mitt í øllum verður lógin broytt ímeðan húsini eru í gerð, og tá ið tey ikki búgva í húsunum, hava tey mist rentustuðulin.
?Og Kári P. Højgaard vil hava at vita frá landsstýrismanninum, Aksel V. Johannesen, um hann ikki heldur, at hetta átti at virkað við afturvirkandi kraft, tí broytingin hevur broytt fortreytirnar hjá lántakarunum munandi fyri lántakaran.
?Hann vil eisini hava at vita, um ætlanin er at gera nakað við trupulleikan. Kári P. Højgaard vísir á, at nógv, sum byggja hús, hava stór byggilán, og tey hava ikki væntað, at fortreytirnar fyri láninum fóru at verða broyttar í byggitíðini.
?- Viðhvørt er byggitíðin long, tí fólk byggja í smáum, antin sjálvi, ella við hjálp frá ?vinfólki og og familju.? Tí hevur tað í ávísum førum havt katastrofalar avleiðingar, at treytirnar vórðu herdar so, at tað er bústaðarskylda í húsunum fyri at fáa rentustuðul.?
- Onkuntíð hevur broytingin ført við sær, at hús verða lýst til sølu vegna manglandi fígging, og so at eigarin hevur mist ein hóp av peningi, sigur Kári P. Højgaard.