Barnaumboðið og Barnaráðið, ætlanin er at seta í Føroyum, verður sett í heyst.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Tíðliga í ár legði hon annars uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt Barnaumboð og eitt Barnaráð.
Men málið varð súltað í Løgtinginum og varð ongantíð avgreitt. Nú er tingsetan endað og sostatt er málið burturdottið.
Men Annika Olsen vissar um, at tað merkir ikki, at málið er slept, tí tað verður lagt fram aftur í heyst.
Orsøkin til, at tað ikki er avgreitt í vár, er ikki ósemja, staðfestir hon.
Orsøkin er heilt einfalt, at samstundis sum ætlanin er at skipa eitt Barnaumboð og eitt Barnaráð, er ætlanin somuleiðis at broyta lógina fyri Løgtingins Umboðsmann, so at hann eisini kann viðgera kærur frá børnum, samstundi sum at hann skal hava eftirlit við stovnum, har børn eru.
Barnaumboðið er ikki ein kærustovnur og fyri at styrkja rættarstøðuna hjá børnunum, er ætlanin eisini at víðka heimildirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni til eisini at umfata børn.
Annika Olsen sigur, at lógin um at víðka heimildirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, er ikki liðug enn.
Tí verður lógin um Barnaumboð og Barnaráð at bíða til í heyst, tá ið lógin um víðkaðu heimildirnar hjá Løgtingsins umboðsmanni er liðug, so at báðar kunnu verða avgreiddar í Løgtinginum ísenn, tí tær hoyra saman.
Ætlanin er, at Barnaumboðið skal verða eitt óheft talsfólk hjá børnum.
Aðalmálið hjá Barnaumboðnum verður at tryggja, at rødd barnanna verður hoyrd í øllum lutum, ið hava við barna- og ungdómslívið at gera.
Barnaumboðið skal eisini fylgja við, um tær skipanir og tey tilboð, sum verða veitt børnum og ungum, eru nøktandi, og samstundis skal umboðið ráðgeva og kunna myndugleikarnar um viðurskifti, sum hava við lívskorini hjá børnum og ungum at gera.
Eitt fakligt Barnaráð skal setast at ráðgeva barnaumboðnum og tað ráðið skal mannast við fólkum, ið hava serligt innlit í barna- og ungdómsøkið.










