høvdu møguleika at vinna, men vit harmast nógv um, at tað skuldi vera júst í hesum førunum, at teir skoraðu. Ikki minst Jónas Tór Næs er vónbrotin. Hann sigur, at mótstøðumaðurin datt, uttan at hann varð nortin [...] eru ógvuliga vónbrotnir, tí vit kendu okkum hava uppiborið at vinna stig í dag. Serliga vónbrotnir eru vit av, at vit halda, at dómarin átti at kolldømt bæði málini hjá Kasakstan. Vit skilja ikki, hví dómarin [...] ir hjá okkum, at talan var um rangstøðu, sigur Súni Olsen. Hann heldur, at spælið var á góðari leið, men at tað var fyrri parturin av 2. hálvleiki, sum kostaði nógv. -Tá høvdu vit ilt at fáa nóg gott tak
Hægstarætt. Les eisini: Ongin grund at taka synd í honum Men verjin sigur, at nú snýr tað seg um hjá øllum pørtum at koma víðari og hann heldur ikki, at tað fer at loysa seg at skjóta dómin inn fyri Hægstarætt [...] til ta niðurstøðu, at maðurin er sekur í at hava roynt at drepa eitt fólk og fyri álvarsligan harðskap ímóti trimum øðrum fólkum. Tann avgerðin er endalig. Hinvegin er maður dømdur at sita í átta ár í fongsli [...] borgari. Hann sigur, at royndirnar av at skjóta dómin inn fyri Hægstarætt eru ymiskar. Hann kann fáa harðari revsing. Men tað kann eisini henda, at revsingin verður lækkað, kanska eitt ár so at hann fær sjey
viðgjørt ætlanina hjá landsstýrismanninum at herða vápnalógina. KSF heftir seg serliga við kravið um at øll, sum eiga byrsu, skulu á skeið at læra seg at handfara vápn og at skjóta. Tá ið hugsað verður um føroyska [...] heldur KSF, at ein gongd leið er at skráseta allar byrsur og at krevja at vápn og lóður skulu goymast undir lási. Men hetta er tað longu heimild til eftir lógini, sum er. KSF heldur eisini, at trygdarskeið [...] tørvur á at bøta um trygdina í sambandi við vápn. Men felagsskapurin heitir á Innlendismálaráðið um at royna at røkka endamálinum á annan hátt enn at gera víttgangandi inntriv í borgarans frælsi og við at
dømi, at í dag eru summarluftbyrsur líka kraftigar, sum ein rifla. Men hann vísir eisini til, at lógin um knívar av ymsum slagi, eigur eisini at verða dagførd. Hinvegn dugir Tønnis Wardum ikki at síggja [...] heldur ikki at síggja, at tað hevur nakra ávirkan á stovnin av fugli ella haru, at seta hámark fyri, hvussu nógv skot ein byrsa kann hava. Sjálvur er Tønnis Wardum íðin veiðimaður, men hann heldur, at hevur [...] skotum. Hinvegin staðfestir hann eisini, at tað er onki dulsmál, at føroyingar, sum hava siglt í Grønlandi og aðrastaðni, hava keypt riflur, so tað er lítið at ivast í, at ólógligar riflur eru í landinum. Í
vónar framvegis, at tað verður samtykt, tí tey eru sannførd um, at sum støðan er nú, er tað einasta rætta at seta forboðið í gildi. - Vit eiga at verja tey ungu, tí tey hava viðbrekna húð og strálurinar elva [...] einki betri hava, mæla vit til at seta forboð, sigur hann. Tí standa vit við tilmælið um at bannað ungum undir 18 ár at brúka solarium og tí vóna tey í Krabbameinsfelagnum, at uppskotið verður lagt fram aftur [...] Hansen roynir aftur Hann veit, at nógvum dámar ikki forboð, men hann heldur ikki, at tað ábyrgdin kann leggjast á foreldrini einsamøll, tí tað er veruleikafjart at hugsa sær, at tey kunnu hava eftirlit við
dømi um, at fólk, serliga ungfólk, hava brotið tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona. Fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg, hava myndugleikarnir staðiliga mælt frá, at at vit savnast [...] mesta lagi at vera 10 fólk saman. Samstundis er tað eisini eitt tilmæli, at vit skulu halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum øðrum. Men tað eru nú ábendingar um, at tey ungu eru farin at troyttast av [...] myndugleikunum um at fólk eiga ikki at savnast í bólki. Í øllum førum hava tey ikki lurtað eftir, tí løgreglan sigur, at í gjárkvøldið, og í nátt, hava tey fingið fleiri fráboðanir um, at ungfólk hava hildið
Landsstýrið hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva Landsstýrinum heimild til at lata skeinkistøð aftur, og at avmarkað talið á gestum, fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg. Men tað fekk næstan [...] skeinkistøðini Men teir leggja afturat, at vil landsstýrismaðurin hava heimildina longda, má at hann bera seg rætt at. Tað merkir, at hann heimildin skal ikki bara vera at lata skeinkistøð aftur, tí so skal [...] mitt í øllum boðaði danska heilsumálaráðið frá, at føroyskir myndugleikar hava ikki loyvi til at lukka skeinkistøð við teirri grundgeving at tað er fyri at forða fyri smittuspjaðing. Farsóttir og tað, sum
eXbus-arbeiðsháttinum, at tað er gevandi at fata happing sum negativ sosial mynstur, men eg havi ta sannføring, at vit kunnu best bróta negativ sosial mynstur við at fáa einstaklingin at hugsa seg um, sigur [...] vísir á, at tað ræður um at broyta ein felags gráan lit, ið negativa sosiala mynstrið hevur lagt á “veruleikan”. – Vegurin at broyta gráa litin er, at tá tann einstaki hugsar seg um, fer hann/hon at finna [...] sjálv/ur at hugsa við fleiri litum, sigur hann. – Um vit aftur fara til happing, er vegurin at broyta negativu sosialu mynstrini ikki bert at arbeiða við felagsskapinum, men eisini at fáa einstaklingin at
heilt stóran mun hevur megna at broytt sína arbeiðsgongd til at nýta talgild amboð. Tí er tað upplagt, at halda fram við at gera íløgur í tøkni og undirstøðukervi, soleiðis at arbeiðsmarknarður framhaldandi [...] av tilmælunum snúgva seg um at hjálpa uppá gjaldførið hjá fyritøkunum, um at betra um kommunalu tænasturnar og at fara burtur frá sanktiónum. Men eisini verður viðmælt, at kommunurnar gera íløgur í grøna [...] við til at hjálpa fyritøkunum ígjøgnum Corona kreppuna. Eins og í Føroyum hava donsku kommunurnar í ein ávísan mun sett átøk íverk fyri at stuðla lokalu vinnuni. Kommunurnar hava m.a. framskundað at rinda
brúk er fyri í Føroyum. Og Henrik Old heldur, at tað er undarligt, at grótbrotið í Porkeri verður niðurlagað, hóast vit alla tíðina hava fingið at vita, at grótið í Porkeri er serliga gott og væl egnað [...] Hví er tað betri at brúka innflutt grót úr Noregi til at asfaltera vegir í Føroyum við, heldur enn at fáa tað í Porkeri. Tað er ein spurningur, Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú vil hava [...] Niclasen, landsstýrismann, at greiða frá. Tann 20. mai reisti hann eisini spurningin um grótbrotið í Porkeri, men upplýsti landsstýrismaðurin, at eingin ætlan var komin á hansara borð um at niðurleggja grótbrotið