Súni og Fróði sera vónbrotnir

Føroysku veteranarnir harmast um, at tað bar til hjá Kasakstan at skora tvey so bílig mál

Stutt eftir dystarlok í Kasakstan hevði Tróndur Arge miðvallaran Súna Olsen í telefonini úr Kasakstan.

-Vit eru ógvuliga vónbrotnir, tí vit kendu okkum hava uppiborið at vinna stig í dag. Serliga vónbrotnir eru vit av, at vit halda, at dómarin átti at kolldømt bæði málini hjá Kasakstan. Vit skilja ikki, hví dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og í seinna førinum siga miðverjarnir hjá okkum, at talan var um rangstøðu, sigur Súni Olsen.

Hann heldur, at spælið var á góðari leið, men at tað var fyrri parturin av 2. hálvleiki, sum kostaði nógv.

-Tá høvdu vit ilt at fáa nóg gott tak á verjupartinum, og tað kostaði. Sum dysturin leið kendu vit, at tað skuldi eydnast at javna, og síðstu løtuna var talan um onkrar spentar støður í brotsteiginum, men tað eydnaðist tíverri ikki. So hetta fer ivaleyst at kennast sum long ferð heim aftur til Føroya. Vit mugu tó reisa okkum til avbjóðingina týskvøldið.

Liðformaðurin og málskjúttin í kvøld, Fróði Benjaminsen, var eisini vónbrotin:

-Teir høvdu møguleika at vinna, men vit harmast nógv um, at tað skuldi vera júst í hesum førunum, at teir skoraðu. Ikki minst Jónas Tór Næs er vónbrotin. Hann sigur, at mótstøðumaðurin datt, uttan at hann varð nortin av hvørki Jónasi ella nøkrum øðrum, og kortini dømdi dómarin fyri brotssparki. Sjálvandi er Jónas vónbrotin, tí mótmæli bar gult kort og harvið leikbann ímóti Týsklandi við sær.

Eisini Fróði Benjaminsen helt, at liðið ikki var so væl skipað í 2. hálvleiki, sum tað var í 1. hálvleiki.

-Í steðginum tosaðu vit um, at nú var helmingurin av setninginum avgreiddur, og at tað nú ráddi um at  halda fram upp á sama máta. Vit royndu at spæla heldur enn at sparka, og í løtum gekk tað væl, men tað eydnaðist ikki at skora, hóast vit høvdu onkrar møguleikar, segði Fróði Benjaminsen í samrøðu við Rás2.