Hetta er ein merkilig avgerð

Nú vil Henrik Old hava greiði á, hví tað er betur at innflyta grót úr Noregi til vegagerð í Føroyum, heldur enn at fáa tað úr Porkeri

Hví er tað betri at brúka innflutt grót úr Noregi til at asfaltera vegir í Føroyum við, heldur enn at fáa tað í Porkeri.

Tað er ein spurningur, Henrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú vil hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann, at greiða frá.

Tann 20. mai  reisti hann eisini spurningin um grótbrotið í Porkeri, men upplýsti landsstýrismaðurin, at eingin ætlan var komin á hansara borð um at niðurleggja grótbrotið í Porkeri

– Síðani er niðurlagingin byrjað, tí longu annan dagin eftir at landsstýrismaðurin svaraði, at hann onki visti, varð farið undir at taka anleggið á keiini í Porkeri niður, sigur Henrik Old.

Og í nýggju frágreiðingini hjá Landsverk um, hvussu stovnurin skal virka í framtíðini, stendur, at grótbrotið í Porkeri skal mestsum niðurlagast, tí hereftir er tað bara ta grótið, sum skal brúkast í Suðuroy, sum skal brótast har.

Landsverk skrivar, at ætlanin er framhaldandi at hava trý grótbrot, nevniliga grótbrotið í Hundsáarbotni, á Hústoft og í Porkeri.

– Tó vil man betra um lønsemið við at niðurleggja grótframleiðsluna til asfalt í Porkeri, tí at til ber at keypa tilfar munandi bíligari aðrastaðni frá. Vanlig grótframleiðsla til verandi nýtslu í Suðuroy heldur tó fram. 

Henrik Old heldur, at hetta er ein merkilig avgerð, tí hann vísir á, at hetta hendur, hóast útgerð varð keypt fyri fáum árum, so at grótbrotið í Porkeri kundi knúsa allan tann skerv og alt tað grót, sum brúk er fyri í Føroyum.

Og Henrik Old heldur, at tað er undarligt, at grótbrotið í Porkeri verður niðurlagað, hóast vit alla tíðina hava fingið at vita, at grótið í Porkeri er serliga gott og væl egnað til tað mesta, sum er brúk fyri i Føroyum. 

Hinvegin eru eini 200.000 tons av grótið innflutt úr Noregi til Føroyar, sigur javnaðarmaðurin og hann spyr, hvussu tað kann vera ein fyrimunur heldur enn at  útvegað hesi mongu tons úr Føroyum.