- Eg fari ikki at mæla til, at dómurin verður skotin inn fyri Hægstarætt. Tað sigur Jógvan Páll Lassen, sum er verji hjá manninum, sum nú seinnapartin er dømdur átta ára fongsul fyri drápsroynd og álvarsligan harðskap í Norðdepli 14. juli í fjør.
Les eisini: Átta ára fongsul fyri drápsroynd
Nevningarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at maðurin er sekur í at hava roynt at drepa eitt fólk og fyri álvarsligan harðskap ímóti trimum øðrum fólkum. Tann avgerðin er endalig.
Hinvegin er maður dømdur at sita í átta ár í fongsli fyri brotsverkini, og longdin á fongsulsrevsingini kann skjótast inn fyri Hægstarætt.
Les eisini: Ongin grund at taka synd í honum
Men verjin sigur, at nú snýr tað seg um hjá øllum pørtum at koma víðari og hann heldur ikki, at tað fer at loysa seg at skjóta dómin inn fyri Hægstarætt. Og tað sigur hann, hóast tann ákærdi fekk næstan tvær ferðir so harða revsing, sum verjin mælti til.
Ger hann seg ikki inn á reglugerðina í fongslinum, kann hann vænta at verða royndarleyslatin um fýra ár.
Les eisini: Jógvan Páll Lassen er málleysur
Sostatt verður hann 22 ár, tá ið hann sleppur út aftur í samfelagið og tá er hann framvegis ungur maður og kann liva eitt langt lív sum vanligur borgari.
Hann sigur, at royndirnar av at skjóta dómin inn fyri Hægstarætt eru ymiskar.
Hann kann fáa harðari revsing. Men tað kann eisini henda, at revsingin verður lækkað, kanska eitt ár so at hann fær sjey ár ístaðin fyri átta ár.
- Tað slepst ikki uttan um, at hetta er eitt ógvusligt brotsverk, ásannar verjin.
Sostatt kann hann vænta at sita hálvtfjórða ár í fongsli, ístaðin fyri fýra ár. Og at stytta revsingina kanska eitt hálvt ár, stendur ikki mát við kostnaðin og stríðið at at leggja málið fyri Hægstarætt, at hann revsingin sigur Jógvan Páll Lassen.
|