Hava bíðað í fleiri ár

- Hesum hava vit bíðað eftir í fleiri ár.
Tønnis Wardum, politistur, sigur, at tað er harðliga tiltrongt, at vápnalógin verður endurskoðað.

Hann heldur, at vápnalógin eigur at verða endurskoðað, øll sum hon er og ikki bara tann parturin, sum hevur við skotvápn at gera.
- Vápnini í dag kunnu ikki samanberast við tey vápn, ið vóru til taks, tá ið vápnalógin varð smíðað í 1961, sigur hann.
Hann nevnir sum dømi, at í dag eru summarluftbyrsur líka kraftigar, sum ein rifla.
Men hann vísir eisini til, at lógin um knívar av ymsum slagi, eigur eisini at verða dagførd.
Hinvegn dugir Tønnis Wardum ikki at síggja nakað endamál í at øll vápn skulu skrásetast.
- Tað fer bara at spyrjast eitt ómetaliga stórt, umsitingarligt arbeiði burtur úr tí, sigur hann, tí tað eru so nógvar byrsur.
- Tað er í grundini heldur ikki byrsan, sum er tað vandamikla, tað er fólki, sum eigur byrsuna.
Politisturin dugir heldur ikki at síggja, at tað hevur nakra ávirkan á stovnin av fugli ella haru, at seta hámark fyri, hvussu nógv skot ein byrsa kann hava.
Sjálvur er Tønnis Wardum íðin veiðimaður, men hann heldur, at hevur tú byrsur við fleiri skotum, fært tú ikki annað burtur úr, enn at tú brúkar fleiri patrónir – og kanska ger tær minni ómak at raka.
- Harafturat er veiðitíðin er ógvuliga avmarkað rundanum ársskiftið, so eg dugi ikki rættiliga at síggja mun á um tú skjýtur við byrsu við tveimum skotum, ella við 18 skotum.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at tað er onki dulsmál, at føroyingar, sum hava siglt í Grønlandi og aðrastaðni, hava keypt riflur, so tað er lítið at ivast í, at ólógligar riflur eru í landinum.
Í hesum sambandi kundi politisturin hugsað sær, at tey, sum hava ólógligar riflur fáa eitt hálvt ella eitt heilt ár til, frítt at lata tær inn á politistøðina, uttan at fáa bót.