Bæði óheppið og óneyðugt

Ætlanin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, at gera tað strangari at keypa og eiga byrsu, er eitt víttgangandi inntriv í frælsið hjá fólki.

Tað sigur Kommunusamskipan Føroya, KSF, nú felagsskapurin hevur viðgjørt ætlanina hjá landsstýrismanninum at herða vápnalógina.

KSF heftir seg serliga við kravið um at øll, sum eiga byrsu, skulu á skeið at læra seg at handfara vápn og at skjóta.

Tá ið hugsað verður um føroyska mentan, er tað eitt krav, sum er “skotið yvir mál”, sum KSF málber seg

Feagsskapurin heldur, at tað vera ikki nógvir tilkomnir og eldri føroyingar, sum fara á skeið at læra tað, teir hava gjørt í verki alt sítt vaksna lív.

- Endin kann skjótt verða ein lóggáva, sum óneyðuga ger ein part av lívinum ólógligan, uttan at hetta stendur mát við málið, sum røkkast skal.

- Neyvan eru so mangar skaðahendingar í sambandi við brúk av byrsu, at tørvurin á regulering er átrokandi.

Annars heldur KSF, at tað er tørvur á at bøta um trygdina í sambandi við vápn.

Men felagsskapurin heitir á Innlendismálaráðið um at royna at røkka endamálinum á annan hátt enn at gera víttgangandi inntriv í borgarans frælsi og við at stovna eina almenna loyvisskipan afturat.

Tvørturímóti heldur KSF, at ein gongd leið er at skráseta allar byrsur og at krevja at vápn og lóður skulu goymast undir lási.

Men hetta er tað longu heimild til eftir lógini, sum er.

KSF heldur eisini, at trygdarskeið kann krevjast av fólki, sum fyrstu ferð útvegar sær byrsu og eisini kann dentur leggjast á almenn kunningarátøk um trygd, eitt nú í sambandi við haruskjóting, sum er tað, byrsur verða brúktar til í nógv mestan mun, tí n ú er lítil og ongin fuglur eftir at skjóta.