Betreu, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Heri Hartmann Niclasen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin, 15. februar, 60 ára gomul. Farið verður úr kapellinum leygardagin [...] u. Konta í Føroya Banka. Eileen Thomsen, Lopra, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin, 14. februar, 74 ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum til Smyril fríggjadagin, 17. februar, [...] kl. 11. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju í kirkjugarðin á Leitið leygardagin, 18. februar, kl. 13.30.
við Fridu á Tvøroyri. Har treivst hon væl og var tað ein tíð, ið hon mangan hevur fortalt okkum børnunum um. Fríðbjørg tók realskúlaprógv á Tvøroyri í 1947 og fór sama ár í skrivstovulæru á Líkningarráð [...] Hon er fødd í 1931 á Hvítanesi. Mamman, Elisabeth, var fødd Jensen og ættað úr Sumba, meðan pápin, Dánjal Joensen, í móðirætt var ættaður frá fyrstu niðursetufólkunum á Hvítanesi (Didriksen-ættin). Elisabeth [...] børnini vóru farin burtur í læru, fór hon sjálv eisini í skúla aftur. Var t.d. á læraraskeiði hjá Maritu Petersen, sálu, á Fróðskaparestrinum. Hevur eisini virkað sum vikarur við Runavíkar Skúlaverk í umleið
Eileen Thomsen, Lopra, fer til gravar úr Vágs kirkju í kirkjugarðin á Leiti leygardagin kl. 13.30. Heri Hartmann Niclasen, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar Sjúkrahúsi mikudagin 15. februar, 60 ára gamal. Farið [...] Jallgrím Poulsen, Sandvík, andaðist mikudagin 15. februar, 73 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi sunnudagin kl. 17. Jarðarferðin verður mánadagin kl. 13 úr Sandvíkar kirkju. Sungið [...] Keypmannahavn. Jarðarferðin verður lýst seinni. Sanna Herdalur, Hov, andaðist mikudagin 15. februar á Suðuroyar Ellis-& Røktarheim, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Betrea Jacobsen, Miðvágur
Brúdleyp Leygardagin 18. februar giftast í Keypmannahavn Jóna Ólavsdóttir úr Miðvági og Frans Fossá av Tvøroyri. Leygardagin 18. februar kl. 17.00 giftast í Vesturkirkjuni Frida Jóanesarson og Odd Dam. Leygardagin [...] í Søldarfirði Helena Mortansdóttir, Tórshavn og Dávur P. Jacobsen, Søldarfjørður. Veitslan verður á Hotel Hafnia fyri innbodnum. 60 ár Føðingardagurin hjá Eddu Gaard í Vági, verður hildin leygarkvøldið [...] cand-scient.adm. 31. januar fekk Mirjam Mikkelsen, Tórshavn, prógv í Professionsbachelor í sjúkrarøkt á H.S Sygeplejerskeuddannelsen í Keypmannahavn.
Heri Niclasen varð borin í heim á Tvøroyri tann 17. januar 1946. Vaks upp og varð tvøramaður burturav, hóast han eisini búði og arbeiddi aðrastaðni. Eisini uttanlands. Men tá møguleiki var fyri tí, vitjaði [...] vitjaði Heri suðuraftur, og sínar seinastu dagar untist honum eisini at vera á Tvøroyri. Heri var ein av teimum, sum veruliga livdi upp til orðini í Tvøroyrarsanginum hjá Poul F. Joensen, at ..." Urtin trívist [...] har rótin rann." Og nú Heri verður borin út, verður sannað, at..."Hitt síðsta hvíldarstað er best á jørð, millum blómur við Tvøroyrarfjørð." Komin til mans lærdi Heri til fjarritara, og arbeiddi millum
Søldarfjørður Siloakórið luttekur á fundunum sunnukvøldið. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringarnir í Runavík og á Strondum koma saman til hugnaløtu í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum mánakvøldið kl. 19.30 [...] venda tær til, formannin: Frits Jacobsen, tlf. 332053 ella ein av nevndarlimunum. Eldrahugni á Tvøroyri Er á kafeteria í høllini í Trongisvági hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta
Gudrid Nolsøe stóðu tær fyri royndum á liðnum í steypafinaluni. Nógvir av hinum spælarunum eru ungir ella blaðungir, men eindin er sterk, og fleiri sera góðir spælarar eru á liðnum. TB-liðið er ungt, og tað [...] tað eru ikki øll, sum hava trúð upp á liðið. Nú vístu vit, hvat vit duga. Vit høvdu størri breidd í okkara spæli, meðan ÍF fyri tað mesta spældi upp á tveir spælarar, sigur Maja Popovic. Brúka tíð TB byrjaði [...] vísir seg, at vit mugu skifta fleiri spælarar út á hvøjrum ári, og teir nýggju og ungu spælararnir hava brúk fyri eitt sindur av tíð fyri at koma inn á liðið. Vit hava mist ov nógv í landskappingini, men
hóast kvinnurnar úr Fuglafirði byrjaðu dystin væl. Á áskoðararplássunum sást og hoyrdist, at TB-kvinnurnar fáa sera stóran stuðul frá fólkinum av Tvøroyri. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær norður til [...] helt sær settið út, og so var TB á odda 2-0 í dystinum. So hendi tað, sum ofta hendir í einum flogbóltsdysti. Triðja settið fær eina aðra vend kanska tí, at liðið, ið er á odda 2-0, tekur tað meira róligt [...] Tað var TB, sum hevði munin í steypafinaluni hjá kvinnum leygardagin. Liðið av Tvøroyri var favorittur hjá nógvum til dystum, og tað livdu tær eisini upp til. ÍF hevur ikki áður roynt at vinna steypfinaluna
groft herverk inni á flakavirkinum hjá Føroya Fiskavirking á Tvøroyri. Fòlk var á virkinum og arbeiddu á náttina, summi vaskaðu og onnur koyrdu slógv, tá ið ein ungur drongur kom inn á virkið áðrenn nakar [...] Enn vita vit ikki, hvussu nógv av goymsluni á Fiskavirking á Tvøroyri skal burturbeinast, men vit vita, at glassplinturnar frá trukkrútinum eru farnar víða um á goymsluni, sigur hon. - Hóast fiskurin er [...] ein vitleys koyring bæði inni á Fiskavirking og uttandura. Eitt nú rendi maðurin gaflarnar á trukkinum tvørtur ígjøgnum ein vegg, men eisini annars skaði er hentur inni á virkinum. Tað ringasta varð kortini
leggjast í ein skúladepil har, sum eisini skuldi rúma ætlaða heilsuskúlanum á Tvøroyri. Hinvegin skuldi eitt ellis- og røktarheim byggjast á stykkinum í Vági, sum varð grivið út til miðnámsskúlan. Afturfyri skuldi [...] mentamálaráðið hjá Jógvani á Lakjuni, tí ætlanin at flyta miðnámsskúlan í Vági til Hovs, er eisini ein partur málinum. Og at enda er talan kanska eisini um eitt mál, sum er úti á Argjum í fíggjarmálaráðnum [...] eina ávísa loysn á einum ávísum plássi ígjøgnum av berum politiskum orsøkum. Ì hesum sambandi hevur landsstýrið skúgvað kommunala sjálvræðið og fyrisitingarlógina til viks og tað er á markinum til maktmisbrúk