Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya, deyður

Mikudagin 15. februar andaðist stjóri okkara, Heri Niclasen, ein knappan mánað eftir, at hann fylti 60 ár. Heri verður borin til gravar á Tvøroyri sunnudagin

Heri Niclasen varð borin í heim á Tvøroyri tann 17. januar 1946. Vaks upp og varð tvøramaður burturav, hóast han eisini búði og arbeiddi aðrastaðni.
Eisini uttanlands. Men tá møguleiki var fyri tí, vitjaði Heri suðuraftur, og
sínar seinastu dagar untist honum eisini at vera á Tvøroyri.

Heri var ein av teimum, sum veruliga livdi upp til orðini í
Tvøroyrarsanginum hjá Poul F. Joensen, at ..." Urtin trívist best, har rótin
rann." Og nú Heri verður borin út, verður sannað, at..."Hitt síðsta
hvíldarstað er best á jørð, millum blómur við Tvøroyrarfjørð."

Komin til mans lærdi Heri til fjarritara, og arbeiddi millum annað eitt
áramál í Grønlandi. Men hann vildi sleppa heimaftur, og tað kom hann eisini.

Fyri góðum 20 árum síðan kom hann av álvara inn í ferðavinuna, tá hann í
1984 gjørdist marknaðarleiðari hjá Smyril Line. Eitt starv hann røkti fram
til 1996. Í 1997 tók hann við sum sølustjóri hjá Atlantic Airways, har hann
var, til hann í 2000 tók við sum stjóri á Ferðaráð Føroya. Hesum starvi sat
hann í, nú hann andaðist.

Eisini í millumlanda samstarvi innan ferðavinnuna er Heri kendur av mongum.

Serliga vóru tað VestNorden Travel Mart stevnurnar, hann gekk høgt uppí.
Hann var eitt skifti formaður í Útnorður ferðavinusamstarvinum, VestNorden Tourist Board.

Heri var giftur Jensu, og eiga tey tvey vaksin børn og tvey ommu- og
abbabørn. Við tykkum hava vit djúpastu samkenslu.

Friður verið við minninum um Hera Niclasen.