Ellis- og Røktarheim í Vági
Nú skal full greiða fáast á, um landsstýrið hevur borið seg rætt at í sambandið við málið um illa umstrídda ellis- og røktarheimið í Vági.
Tað er landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum, sum nú skal greiða málið til botns.
Tað er Høgni Hoydal, sum hevur biðið nevndina kanna málið.
Formaður tjóðveldisfloksins sigur at ann hevur heitt á landsstýrismálanevndina um at biðja ein kanningarstjóra kannað málið til botns.
Hann sigur, at í hesum málið er so nógv farið fram í tí dulda og aftanfyri leiktjøldini og alt er ikki niðurskrivað og tí vænar hann, at einasti máti at fáa málið lýst til botns, er at fáa ein kanningarstjóra, sum fær heimild at taka fólk til avhoyringar og fáa frágreiðingar frá fólki, sum hava verið upi í málinum.
Kári P. Højgaard, formaður í landsstýrismálanevndini, vil ikki siga í smálutum, akkurát hvat tað er, sum løgtingsmaðurin hjá tjóðveldisflokkinum hevur kært um í hesum sambandi.
Men hann sigur, at tað, sum hann biðjur nevndina kannað, er, um landsstýrið hevur handfarið málið rætt, sum heild og sostatt skal alt málið endavendast.
Landsstýrismálanevndin hevur tikið málið upp og fyribils er tað sent til ummælis hjá løgmanni.
Samstundis er løgmaður biðin um at útvega nevndini øll skjøl í málinum og allar viðkomandi upplýsingar annars.
Og tað skal løgmaður gera áðrenn 1. mars.
Landsstýrismálanevnevndin hevur biðið løgmann standa fyri at savna skjøl og upplýsingar inn, tí her er talan er eitt mál, sum rakar málsøkini hjá fleiri landsstýrismonnum og tí hevur nevndin biðið løgmannsam skipa innsavningina av tilfarinum.
Fyrst og fremst er hetta eitt mál, sum kemur undir Almanna- og heilsumálaøkið hjá Hans Paula Strøm, tí talan er um eitt elis- og røktarheim. Men tað kemur eisini undir mentamálaráðið hjá Jógvani á Lakjuni, tí ætlanin at flyta miðnámsskúlan í Vági til Hovs, er eisini ein partur málinum.
Og at enda er talan kanska eisini um eitt mál, sum er úti á Argjum í fíggjarmálaráðnum hjá Bárði Nielsen, tí tað er hann, sum hevur snikkað saman og góðkent eitt serligt fíggingartilboð til suðuroyingar ísamabandi við ætlanina hjá landsstýrinum at byggja skúladepil í Hovi og ellis-og røktarheim í Vági.
Upprunaliga orsøkin til kæruna er, at í heyst legði landsstýrið eina pakkaloysn fyri suðuroyingar, sum segði, at ætlaði miðnámsskúlin skuldi flytast til Hovs og leggjast í ein skúladepil har, sum eisini skuldi rúma ætlaða heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Hinvegin skuldi eitt ellis- og røktarheim byggjast á stykkinum í Vági, sum varð grivið út til miðnámsskúlan.
Afturfyri skuldi landsstýrið geva kommununum eitt tilboð um serliga lagaliga fígging til ellis- og røktarheimið, tí kommunurnar í Suðuroy eru so illa fyri fíggjarliga og landsstýrið ætlaði eisini hetta sum eitt arbeiðsskapandi tiltak.
Men tað gekk ikki eftir vild hjá landsstýrinum. Í fyrru atløgu hevur tjóðveldisflokkurin barst sum úlvur á skóg fyri at forða fyri ætlanini, tí hann vildi varðveita skúlan í Vági.
Í øðrum lagi vildi Tvøroyrar Býráð ikki spæla við og hon er tí ikki við í ætlanini um at byggja ellis- og røktarheim í Vági. Og av tí, at Tvøroyri ikki vildi vera við, tóku hvalbingar somu støðu og fámjiningar hava ongantið sagt, hvat teir ætlað.
Sostatt eru tað fyribils bara tær fýra kommunurnar í Suðuroyar syðru helvt, Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommuna, sum standa saman um røktarheimið í Vági.
Á markinum til maktmisbrúk
Høgni Hoydal sigur, at eftir hansara tykki er alt hetta málið eitt dømi maktsmisbrúk, har lógir og reglugerðir eru settar til viks. Hann hugsar bæði um at talan er um trot á fyrisitingarlógina.
Men hetta skal ikki skiljast so, at hann er ímóti, at edraøkið í suðuroy verður bygt út.
-Tað eru vit als ikki. Vit taka undir við at eldraøkið verður bygt út í Suðuroy og tá helst í Vági.
Men vit kunnu ikki góðtaka framferðina hjá landsstýrinum í hesum máli.
- Tað eru kommunurnar í einum øki, sum skulu taka stig til at byggja eldraøkið út. Og tað eru kommunurnar sjálvar, sum skulu gera av, hvussu eldraøkið verður best skipað í økinum.
- Men í hesum føri er tað landsstýrið, sum hevur trumfað eina ávísa loysn á einum ávísum plássi
ígjøgnum av berum politiskum orsøkum.
Ì hesum sambandi hevur landsstýrið skúgvað kommunala sjálvræðið og fyrisitingarlógina til viks og tað er á markinum til maktmisbrúk, tá ið landsstýrið lovar suðuroyingum eina serliga lagaliga fígging og lán til endamálið.
-Hetta er ein heimild, sum landsstýrið ikki hevur og umboð fyri landsstýrið hevur eisini viðgingið í løgtinginum, at heimildin er ikki til staðar, men at landsstýrið má fyrst útvega sær heimldina frá løgtinginum.
- Sostatt hevur landsstýrið kroyst eina ætlan niðuryvir suðuroyingar, uttan at hava heimld til tað og suðuroyingar hava tikið støðu til eitt tilboð frá landsstýrinum, sum ongin heimild er fyri at geva.
- Tí havi eg varhugan av, at talan er bæði um brot á styrisskipanina, fyritisingarlógina og kommunulógina. Og somuleiðis meti, eg talan er um brot á lógina um alment innlit, tí bæði fyrisitingarlógin og lógin um alment innlit krevja at alt av týdningi fyri eitt má, skal skrivast niður, men tað havi eg ikki varhugan av, er fylgt í hesum máli, sigur formaður tjóðveldisfloksins.
- Og tað er alt hetta, sum eg nú vil hva ein kanningarstjóra at kanna, sigur Høgni Hoydal.