Gylta TB-liðið gjørdi bart

Eftir at TB hevði vunnið eitt sera tætt fyrsta sett ímóti ÍF, tóktist tað sum kvinnurnar av Tvøroyri høvdu munin, og tær vunnu tvey sett afturat meira sannførandi. ÍF gjørdi ein lítlan vørr í triðja setti, men so var liðugt

Tað var TB, sum hevði munin í steypafinaluni hjá kvinnum leygardagin. Liðið av Tvøroyri var favorittur hjá nógvum til dystum, og tað livdu tær eisini upp til.
ÍF hevur ikki áður roynt at vinna steypfinaluna, og tað skuldi heldur ikki eydnast hesaferð, hóast kvinnurnar úr Fuglafirði byrjaðu dystin væl.
Á áskoðararplássunum sást og hoyrdist, at TB-kvinnurnar fáa sera stóran stuðul frá fólkinum av Tvøroyri. Fleiri hundrað fólk høvdu leitað sær norður til steypafinaluna, og hesin stuðulin gjørdi eisini mun hjá teimum ungu TB-spælarunum.

Spennandi byrjan
Fyrsta settið var tætt og spennandi, men tað gjørdist TB, sum at enda hevði munin. Tá var støðan 32-30, so ÍF hevði rættiliga hingið í hesum settinum.
Teir báðir útlendsku spælararnir hjá ÍF, Maja Bobic og Mirela Balicevac, hava stóran týdning fyri ÍF-liðið, og sum dysturin leið gjørdist tað kanska ov lætt hjá TB at verja fyri teimum báðum spælarunum, tí variatiónin var ikki nóg stór í álopsspælinum.

ÍF gjørdi ein vørr
Í næsta settinum var munurin millum liðini meira sjónligur. Álopsspælið hjá TB var ágangandi og fjølbroytt, og TB legði seg eisini fram um beinanvegin. Leiðslan helt sær settið út, og so var TB á odda 2-0 í dystinum.
So hendi tað, sum ofta hendir í einum flogbóltsdysti. Triðja settið fær eina aðra vend  kanska tí, at liðið, ið er á odda 2-0, tekur tað meira róligt, meðan hitt liðið av álvara stríðist fyri lívinum.
Og soleiðis var í steypafinaluni. ÍF hevði ein møguleika eftir, og tær vildu gera alt fyri at brúka tann møguleikan. ÍF legði seg væl fram um TB í hesum settinum, men tað var um reppið, at TB fekk ÍF aftur. Settið endaði tó 25-23 til ÍF, og so var eitt sindur av spenningi í luftini.

TB setti punktum
Men tann spenningurin var skjótt punkteraður av TB. Liðið kom út til fjórða setti við sama treysti og álopsspæli, sum hevði merkt tvey bæði fyrstu settini, og nú kláraði ÍF als ikki at standa kurl.
Munurin var stórur, og hóast ÍF royndi ymiskt fyri at venda gongdini, so bar tað ikki til, og TB vann fjóðra settið heili 25-16.
Harvið var gullið komið heimaftur til Tvøroyrar, og tað kundu spælarar og teir mongu áskoðararnir hjá liðnum fegnast um.