Fríðbjørg Højgaard 75 ár

Nú fríggjadagin, 17. februar, verður Fríðbjørg Højgaard, (f. Joensen) í Rituvík 75 ár.

Hon er fødd í 1931 á Hvítanesi. Mamman, Elisabeth, var fødd Jensen og ættað úr Sumba, meðan pápin, Dánjal Joensen, í móðirætt var ættaður frá fyrstu niðursetufólkunum á Hvítanesi (Didriksen-ættin). Elisabeth og Dánjal fingu seks børn; men longu í apríl 1941 fórst Dánjal við "Guiding Star", og kom hon tí at vaksa upp hjá gubba sínum, Volmar Bech, giftur við Fridu á Tvøroyri. Har treivst hon væl og var tað ein tíð, ið hon mangan hevur fortalt okkum børnunum um.

Fríðbjørg tók realskúlaprógv á Tvøroyri í 1947 og fór sama ár í skrivstovulæru á Líkningarráð Føroya, ið fyrst helt til á Kongabrúnni, men seinni flutti út í Tinganes. Har kom eisini Landsfólkayvirlitið at hoyra til, og her kom Fríðbjørg at arbeiða í 8 ár.

Í Havn hitti hon mann sín, Andreas S.J.S. Højgaard, ið tá gekk á stýrimansskúla. Tey giftust í 1953, og fluttu til Rituvíkar í 1955. Tey fingu børnini Dánjal Petur, Janu, Volmar, Evu, Irenu, Guðrið, Áka og Tóka. Í Rituvík kom Fríðbjørg at halda hús og seinni eisini at taka sær av verforeldrunum Janu og Dánjal Petur. Hetta eins og alt annað húsligt arbeiði varð gjørt við einum sjáldsomum hegni og góðum arbeiðslagi, har alt bar til. Uppaling av 8 børnum, ansing av neytum, seyði og fenaði, meðan maðurin sigldi. Jú, alt kom væl undan, ið Fríðbjørg - mamma og omma okkara - fekst við.

Heppin var hon eisini við grannalagnum í býlinginum Handan fyri Brekku, har hjálpsemi og góðvilji var eyðkenni fyri øll húsini har. Hon tók lut í mongum virksemi. Hevði t.d. handarbeiðsskeið heima við hús frá vetrinum 1958-59 og til Nýggi Skúli varð tikin í nýtslu.. Rituvíkskvinnur tóku væl undir við hesum skeiði og mangt eitt dygdar handverk bleiv virkað og tilgjørt - til egna nýtslu ella til basarar. Tá ið váraði, kundi tú frøast yvir eina prýðiliga framsýning í Gamla ella Nýggja Skúla. Mangt er at minnast, tað er vist. Væl hevur eisini ligið fyri við tí handaliga. T.d. hevur Fríðbjørg seinnu árini og til fyri kortum broderað øllum synum og døtrum og flestu ommubørnunum (10 í tali) vestar, turrikløð og fyrikløð til føroysk klæði. Ikki bara okkurt hissini, men satt listahandverk!

Eftir at tey flestu børnini vóru farin burtur í læru, fór hon sjálv eisini í skúla aftur. Var t.d. á læraraskeiði hjá Maritu Petersen, sálu, á Fróðskaparestrinum. Hevur eisini virkað sum vikarur við Runavíkar Skúlaverk í umleið 12 ár, mest í Rituvík. Sangur hevur staðið hennara hjarta nær, og hevur hon sungið í kóri úti við 50 ár. Tey fyrstu árini við Havnar Sangfelag, fyrst stjórnað av Gunnari Mikkelsen, seinni av Hans Jacob Højgaard. Í Eysturoynni hevur hon sungið í Kór Glyvra Kirkju og Eystankórinum, bæði stjórnaði av Símuni Nónklett. Hon var við til at stovna Eysturoyar Heimavirki, har hon var nevndarlimur og skrivari í nógv ár. Til fyri kortum hevur hon eisini staðið handan diskin í heimavirkinum - og kunnað leiðbeint og ráðgivið teimum, ið skuldu keypa ella spyrja um føroysk pløgg ella og klæði. Nú hon rundar tey sjútifimm, er hon framvegis birg og virkin. Beint nú kanska mest við hús í Rituvík, har hon - umframt at klára alt tað húsliga sjálv - eisini tekur hond í vakra urtagarðinum kring húsini.

Hjá Fríðbjørg og Andriasi hava mong sitið væl og notið hjartaligan blíðskap, har hann finst bestur í einum føroyskum heimi. Tillukku, góða mamma og omma! Tøkk fyri stríð og strev í øll hesi ár, ið farin eru. Harrin signi leiðina fram.

-børn og ommubørn