vendu sær í hjálparloysi til Sosialin í vikuni. Fyrst var tað Arnhild Poulsen, sum flutti úr Danmark til Føroya fyri fimm mánaðum síðni, men sum enn ikki hevur fingið flytigóðsið, sum trein fram í Sosialinum [...] m hava umrøddu kundar ikki bíðað í hálvt ár, men kanska í ein mánað, ella so, sigur Jaspur, og vísir m.a. á, at onki móttøkustað var klárt. Í øðrum føri vísir hann á, at bíðitíðin hevur verið heldur long [...] verður í Føroyum í næstu viku. Hann hevur samalað saman til síðsta túrin, tí hann gevst nú at flyta. Illa við av søgunum Jaspur Jacobsen vísir á, at hann heldur sum heild lítið um skrivingina í Sosialinum
av. Kortini hopa fólkafloksfólk í Suðuroy aftur hesaferð til tað seinasta, sigur Jacob Vestergaard. Væntaði nýggjan ráðharra í gjár Knútur Nygaard sigst at vera maðurin í Suðuroynni, sum hevur gjørt tað [...] tíðina, sum tað er neyðugt at brúka. Hetta sigur Anfinn Kallsberg. løgmaður, har hann á síðu 3 í blaðnum í dag verður spurdur, hvussu tað gongur at finna tann rætta ella ta røttu, sum skal verða fiskim [...] hjá Fólkaflokkinum í Suðuroynni gjørt vart við sína ónøgd, tá teirra flokkur hevur valt landsstýrisumboð úr øðrum valdømum. Jacob Vestergaard, ið er ein av kandidatunum, sum Sosialurin skilir verða bjóðaðir
Í sambandi við greinina í Sosialinum í gjár um kapitalvinningsskattalógina hava vit vent okkum til Bárð Nielsen, sum var fíggjarmálaráðharri, tá seinasta broytingin í hesi lóg var framd. Hann vísir øllum [...] m frá búskaparfrøðinginum, sum Sosialurin tosaði við í gjár, aftur. - Fyrr var tað soleiðis, at øll søla av partabrøvum var skattafrí. Hetta varð broytt við einari lóg í 2001 sum segði, at øll søla av [...] skattast, sigur Bárður Nielsen. Javnstilla øll Lógin varð kortini aftur broytt í 2002. Hetta varð gjørt fyri at koma einum holi í lógini frá 2001 til lívs. Lagt var upp fyri, at tað ikki skuldi bera til at
Váttar tríggjar tilburðir Eitt vitni í hendingini greiðir soleiðs frá hendingunum, sum hann sigur vera tríggjar í tali. »Eg fór í býin og stóð í barrini, tá eg kom í prát við hana (ungu kvinnuna, red.) [...] enn ógreitt. Pínu í høvdið og beinið Sosialurin hevur tosað við ungu kvinnuna, men sjálv minnist hon ikki, hvat er farið fram. Hon kann bara vátta tað, at hon hevur høvuðpínu og ilt í øðrum beininum, men [...] áganginum.« Hetta sigur also eitt vitni, sum Sosialurin hevur verið í samband við. Vilja hava fatur á vitnum Løgreglan veit enn ikki at siga, hvat er farið fram í málinum, um tað er eitt harðskapsmál ella
a handverkið og øll prinsippir í góðum fjølmiðlasiði verða blakað fyri borð í ógrundaðari roynd at seta Sosialin og eigaraskiftið í óvanliga ringt ljós. Orðaskifti var í Løgtinginum mikudagin. Tað vóru [...] avbjóðingar fyri føroyska fólkaræðið í hesum. Hetta síðsta er í okkara verð so sjálvsagt. Politiski viljin er, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggjast saman í Kringvarpið. Í júst hesum veruleikanum eigur tað [...] undur í um lesarar og lýsarar undrast og standa spyrjandi, tá ið teir síggja og hoyra allar hesar røvarasøgurnar frá teimum, sum annars plaga at duga sjálvsagda journalistiska handverkið. Sosialurin hevur
Náttina til páskaaftan í ár vaknaðu Marjun Joensen og maðurin Johan Heri við kaldan dreym. Tað var eldur í nýggja handilsbygningi teirra í Fuglafirði, men tá fólk vóru varug við eldsbrunan var ov seint [...] fyrrapart til klokkan 17.30. Hetta til jóla verður eisini opið í døgverðatímanum, men eftir nýggjár verður stongt í døgverðatímanum. Sosialurin ynskir Marjun Joensen og manninum Johan Hera góða eydnu við [...] niður. Tað skal ikki dyljast, at tað vóru hugtung fólk, sum Sosialurin tosaði við tann morgunin í marts, og tað er eisini væl skiljandi. Eitt lívsverk var lagt íoyði eftir fáum minuttum. Men, tá neyðin er størst
februar 1998 og av teimum 25,5 milliónunum í upprunapartapeningi átti Kongshavnar Útgerðarfelag eina millión krónur. Í tíðindaskrivi greiðir nýggi stjórin í Kongshavnar Útgerðarfelag, Brandur Jacobsen [...] upphæddina«. Vit vildu fegnir spurt, hví orðingin gjørdist júst soleiðis, í staðin fyri: »Hesi vórðu seld í fjør«... ella: »Hesi vórðu seld í roknskaparárinum«... Tað, sum sostatt stendur fast er, at pr. 1. oktober [...] neyðugan likviditet. Sosialurin vendi sær til høvuðspersónin, Tórbjørn Jacobsen, men hann gjørdi greitt, at hann onga sum helst viðmerking hevur til málið og vísti annars til nýggja stjóran í felagnum, Brand
Hóast tað greitt verður tilskilað í blaðnum, at lesarabrøvini mugu ikki vera ov long, so fáa vit kortini lesarabrøv og viðmerkingar, sum fylla upp í eina ella tvær síður í blaðnum. Tað sigur seg sjálvt at [...] við. Eru innleggini nógv longri koma tey antin seinni í blaðið, verða stytt ella koma als ikki í. Vil lesarin tí tryggja sær at fáa sínar viðmerkingar í blaðið beinanvegin má hann hugsa um longdina. Tað er [...] okkara, og eru tær av slíkum slag og at tær kunnu takast við í Tinghelluna ella sum kronikk í Vinnusíðunum, Bókasíðunum ol. serstøkum forum í blaðnum, so verður sjálvandi mett um tann møguleikan eisini
Strondum fekk heilt stóran skaða í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Eisini brunnbáturin Víkingur, snelluskipið Morning Star, ein aliringur og bryggjan í Heygsstøð fingu skaða í ódnini. Útróðrarbáturin Marianna [...] Marianna av Strondum fór heilt illa í ódnarveðrinum sunnumorgunin. Báturin lá við bryggju í Heygsstøð og varð fangaður innan fyri brunnbátin Víking, sum sleit og rak oman yvir Marionnu. Sonni Johansen av Strondum [...] greitt, at tað, sum hent er, er einki minni enn ein vanlukka. Báturin verður ikki afturgjørdur í bræði, og í hvussu so er allur vetrarróðurin fer fyri einki. Sonni Johansen sigur, at báðar síðurnar, gron
keldur, sum Sosialurin hevur tosað við, siga seg ikki skilja avgerðina og framferðarháttin í gjárkvøldið og í nátt. - Nógvur sjógvur var í maskinrúminum, og við royndunum fyrr frá Flesjunum í huga var tað [...] eftir, nú russiski trolarin við nógvari gassolju um átta tíðina í morgun fór til botns. Anni á Hædd, tilbúgvingarstjóri, segði við portalin í gjárkvøldið, at Ran hjá Thor hevði bjóðað sær til at pumpa, og [...] ellivu tíðina var Ran hjá Olshana. Í bjargingini raðfestu myndugleikarnir fremst at pumpa sjógvin úr skipinum. Tað eydnaðist ikki, og harvið fór oljan, sum var eftir í skipinum til botns og liggur nú sum